Gerhard svarar á røðarapallinum

Gerhard Lognberg kemur ikki við svari til løgmann, fyrr enn hann fer á tingsins røðarapall í samband við viðgerðina av løgmansrøðuni


Jóannes Eidesgaard, løgmaður, kann ikki vænta sær svar frá Gerhardi Lognberg, fyrr enn Gerhard fer á tingsins røðarapall í samband við viðgerðina av løgmansrøðuni. Viðgerðin byrjar í morgin, hósdagin, men júst nær Gerhard Lognberg fær orðið er okkum ikki greitt, og í dag visti Gerhard ikki nær hann sleppur framat.

Sostatt veit løgmaður ikki, um hann hevur fullan stuðul í samgonguni, ella um Gerhard tekur stuðul sín til samgonguna aftur, og Gerhard Lognberg ætlar sær eftir øllum at døma at halda løgmanni í óvissuni eina tíð enn.