Gerhard til reiðar við egnum tunnilsuppskoti

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, er til reiðar at leggja egið uppskot fyri Løgtingið um Sandoyartunnilin Kemur landsstýrismaðurin í samferðslumálum ikki við einum uppskoti um verklagslóg um Sandoyartunnilin á fyrstkomandi tingfundi, ið verður 4. september, fer Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, at leggja sítt egna uppskot á tingborð.

Tingmaðurin sigur Bjarna Djurholm, landsstýrismann hava lovað sær, at verklagsuppskotið verður lagt fram skjótast gjørligt, men sambært Útvarpinum sigur landsstýrismaðurin seg hinvegin ikki kunna veita vissu fyri, at hann fer at leggja verklagslógina fram á fyrstkomandi løgtingsfundi.

Gerhard Lognberg hevur eisini kravt, at arbeiðið at gera tunnilin skal byrja í 2008 ella í seinasta lagi í 2009. Í viðmerkingunum til verklagslógina stendur, at arbeiðið kann byrja í 2009.