Um vikuskiftið skrivaðu bretskir miðlar, at Liverpool-legendan, Steven Gerrard, helst fer at gerast nýggjur venjari í skotska stórfelagnum, Glasgow Rangers, og nú bendir nógv á, at søgurnar eru sannar.
- Leysasøgurnar eru sannar. Vit hava havt innleiðandi samrøður, og eftir ætlan hittast vit aftur um fáar dagar, sigur Steven Gerrard við BT Sports, har hann sjálvur starvast sum serfrøðingur til ymiskar stórdystir.
37 ára gamli Steven Gerrard hevur staðið á odda fyri U18- og U19-liðnum hjá Liverpool, og hóast nøkur seta spurnartekin við manglandi royndirnar hjá honum sum venjari, so hevur Gerrard ikki hug at setast aftur.
- Tað er einki galið við manglandi royndum,. Tað er bara ein máti at fáa tær, segði Steven Gerrard við BT Sports, har eitt nú Gary Liniker setti spurnartekin við, um Gerrard ikki hevur ov lítið av venjararoyndum á hægsta stigi.
Veddingarfyritøkur meta tað vera nærum púra vist, at Steven Gerrard verður settur sum venjari í Glasgow Rangers. Oddsið upp á tað liggur umleið 1,10 – tað merkir, at sannlíkindini fyri tí eru áleið 90%.
Graeme Murty hevur verið venjari hjá Glasgow Rangers síðani portugisiski Pedro Caixinha fekk sekkin í oktobur í fjør.