Gevst eftir 35 árum í kommunalum starvi

Katrin Poulsen var dagrøktarleiðari í Nes kommunu í samfull 30 ár, og seinastu fimm árini hevur hon starvast í barnagarðinum.

 

Katrin Poulsen gevst nú vegna aldur, eftir at hon hevur verið í starvi hjá Nes kommunu í samfull 35 ár.

Hon varð sett sum dagrøktarleiðari  í 1986, og hon var í hesum starvi fram til 2016, tá dagrøktin varð niðurløgd, tí vøggustova kom í barnagarðinum.

Sostatt var Katrin Poulsen dagrøktarleiðari í Nes kommunu í samfull 30 ár, og seinastu fimm árini hevur hon starvast í barnagarðinum á Toftum.

Á lítlari samkomu í morgun hugleiddi Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, um gongdina og stóru broytingina innan barnaansing.

Borgarstjórin hugleiddi eisini um útbyggingar í Nes kommunu í hesum sambandi seinastu 35 árini.

##med2##

Súni í Hjøllum handaði Katrini Poulsen blómur og takkaði henni vegna kommununa fyri bæði trúgva og drúgva tænastu.

Borgarstjórin ynskti eisini henni og familjuni framhaldandi blíðan byr og Guðs signing á lívsleiðini.