- Henda jólasølan vísir týðiliga, at føroyingar duga at gera heimavirkaðar lutir, siga tveir av luttakarunum á jólasøluni, Hanna Wang og Jana Jacobsen úr Kaldbak.
Umframt tær báðar eru væl omanfyri 50 luttakarar á ársins jólasølu, sum var opin leygardagin og sunnudagin.
Báðar dagarnar var ein javnur streymur av fólki sum vitjaðu í ítróttarhøllini á Hálsi.
Tær báðar ungu kvinnurnar úr Kaldbak sum eru á sama bási eru væl nøgdar við luttøkuna.
- Her kemur fólk framvið allatíðina. Og vit hava eisini selt eitt sindur, siga tær báðar.
Teir hava fleiri ymiskar lutir til sølu. Nógv av tí er bundið, men har finnast eisini nissur, konfekt og annað.
Fyri Hannu og Janu er tað í fyrsta lagi bæði spennandi og stuttligt at verða við til slíka jólasølu.
Men hetta týðir meir enn bert tað fyri tær:
- Hetta gevur okkum íblástur til at arbeiða víðari – ja, til líkasum at halda okkum í gongd, siga Jana og Hanna.
Jólasølan hjá Heimavirkisfelagnum endaði sunnukvøldið kl. 19.