Tá trettan minuttir vóru farnir norðuri á Mølini var greitt, hvør fór at fáa tey trý stigini.
EB/Streymur var komið á odda longu tá sjey minuttir vóru farnir. Finnbjørn Zachariasen tók av, tá tríggir gøtumenn, sum tóktust hava tak á støðuni, allir litu á hvønn annan.
Og so var tað, at Rúni Joensen, málverjin hjá GÍ, varð rikin av vølli fyri neyðbremsu. Jákup W. Hansen sendi brotssparkið í netið til 2-0, og Rúni Justinussen, sum so spakuliga er við at koma fyri seg eftir beinbrotið í fjør, fór í málmanstroyggjuna. Hann hevði ikki serliga nógv at gera, tí EB/Streymur legði størsta dentin á at verja leiðsluna.
Seinna partin av 2. hálvleiki royndi GÍ at trýsta, m.a. fór Jón Sigurd Gleðisheygg í álopið. Tað bar spentar støður við sær í báðum endum. Sonni Samuelsen økti, tá tað restaði eitt korter, so fór Finnbjørn Zachariasen solo av miðjuni, áðrenn Leivur Hansen pyntaði um.
Kærkomin sigur til heimaliðið, sum slapp nakað upp eftir støðutalvuni, meðan gøtumenn tykjast fáa tað strevið í botninum.