17. februar vann Real Madrid á útivølli 1-0, og harvið ein samlaðan 3-1 sigur á Benfica í undanumfarinum til áttandapartsfinalurnar í Champions League.
Tað sum tó gav mest endurljóð kring Evropa aftaná dystin, var sera niðrandi atburðurin og niðrandi útsøgnirnar hjá 20 ára gamla argentinska leikaranum hjá Benfica, Gianluca Prestianni móti brasilska leikaranum hjá Real Madrid, Vinicius Junior.
UEFA gav Gianluca Prestianni eitt seks daga leikbann fyri niðrandi atburðin.
Men nú vil FIFA eisini, at Gianluca Prestianni verður revsaður í landsliðshøpi. Um Gianluca Prestianni verður tikin út til argentinska HM-hópin, so hevur hann leikbann í tveimum teimum fyrstu dystunum hjá Argentina.
Talan er um dystirnar hjá Argentina í innleiðandi bólki J móti Algeria og Eysturríki.










