Eins og í Føroyum ætla fleiri í Grønlandi at giftast 11. 11.11.
Í Nuuk hava trý pør biðið um borgaraliga víslu, og kirkjuklokkurnar fara at ringja fyri tveimum øðrum pørum, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.
Í Qaqortoq verður eitt par vígt hendan dagin, og vígslan fer sjálvandi fram klokkan 11.11.