Stóra lokala blaðið í Bergen, Bergens Tidende, eisini nevnt BT millum manna á norska vesturlandinum skrivar, at Gilli Rólantsson endaði á sjúkrahúsinum í Haukland í Bergen.
Gilli Rólantsson fekk sína debut fyri Brann Bergen í dag, tá lokala liðið tók ímóti Rosenborg. Gilli Rólantsson var tikin av vøllinum, tá 66 minuttir vóru farnir av dystinum.
Arne Instebø, lækni hjá Brann sigur í samrøðu við Bergens Tidende: - Gilli fekk ein bólt í høvdið, og hann mátti leggja seg á vøllin eina løtu. Tá hann so spældi víðari, so hildu vit ikki, at talan var um nakað serligt. Í steðginum tyktist hann at hava tað gott, men í seinna hálvleiki kendi hann seg ikki væl. Hann mátti seta seg niður, og tað svirraði fyri honum. Hann hevði kvalma, og var eitt sindur illa fyri, tá hann kom niður í umklæðingarrúmið, greiðir Arne Instebø frá.
Arne Instebø tók sær eingi óráð fyri, og syrgdi fyri, at Gilli Rólantsson var fluttur á sjúkrahúsið í Haukland til at gera nærri kanningar. Gilli Rólantsson fekk eina sonevnda CT-kanning, har høvdið verður skannað.
- Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at ongar bløðingar eru í høvdinum, sum ein kann óttast fyri í slíkum støðum. Tað er ikki ofta, at ein bóltur, sum rakar eitt høvd elvir til ein heilaskjálvta, men vil illa til, og bólturin rakar skeivt, so kann tað elva til ein heilaskjálvta, sigur Arne Instebø við Bergens Tidende.
Bergens Tidende skrivar annars, at Gilli Rólantsson leikliga bestóð debutina fyri Brann Bergen.