Komandi kappingarár hjá Gilla Rólantssyni og liðfeløgunum í Brann Bergen í norsku tippuliguni byrjar leygardagin 1. apríl.
Og tað verður aftur við Lars Arna Nilsen, sum høvuðsvenjara. Heimasíðan hjá Brann Bergen skrivar, at Lars Arne Nilsen hevur longt til endan av kappingarárinum í 2019.
Við heimasíðuna hjá Brann Bergen sigur Lars Arne Nielsen, at hetta gevur honum veruliga tíð til at byggja nakað upp til framtíðina.
Lars Arne Nilsen er sera vælumtóktur millum Brann-fjeppararnar. Í fjør førdi hann Brann Bergen úr næstbestu deildini upp í tippuliguna, og í ár gjørdi hann tað bragd saman við sínum liði at vinna silvur, sum uppflytari. Av somu grund bleiv Lars Arne Nilsen eisini valdur til at verða ársins venjari í Noregi.
Lars Arne Nilsen hevur meldað út, at hann ynskir 15 miljónir norskar krónur og tríggjar sterkar spælarar, og so trýr hann, at tað er møguligt at koppa Rosenborg av norsku fótbóltstrónuni.
Fyri Gilla Rólantsson eru tað góð tíðindi, at 52 ára gamli Lars Arne Nilsen heldur fram, sum høvuðsvenjari hjá Brann Bergen. Lars Arne Nilsen hevur trúð uppá Gilla frá fyrsta degi, og hevur givið honum nógva spælitíð.