Gilli og Haugesund vóru fyri stórtapi

Odd hevur nú tapt fýra dystir á rað

Gongdin er ikki góð hjá Gilla R. Sørensen og liðfeløgunum í Odd í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Í kvøld tapti 0-4 fyri Haugesund á heimavølli. Haugesund var á odda 2-0 tá bert 17 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki.

 

Gilli var skiftur inn í hálvleikinum og spældi allan seinna hálvleik. Tá bert 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki hevði Haugesund økt til 4-0.

 

Odd hevur nú tapt fýra dystir á rað. Odd er næstaftast í deildini við seks stigum.

 

Komandi sunnudag spælir Odd útidyst móti Jerv.