Um eina løtu byrjar Royal Run í Klaksvík. Tilsamans eru 4.010 fólk teknað at vera við til Royal Run í Klaksvík.
Nógv hjálparfólk eru eisini. Umleið 150. Talan er bæði um fólk frá Treysti, men eisini skúlaflokkar og onnur. Eisini eru fleiri fólk frá kommununi, ið millum annað sperra vegir av.
– Vit vónaðu gott veður, og tað sær út til at vera gott nú, sigur Guttorm Sørensen.
Hann fer tó ikki sjálvur at renna.
– Nei, eg havi ov nógv av gera í dag í sambandi við fyriskipanina, so eg kann ikki renna. Eg fari ístaðin at renna í Keypmannahavn 10. juni, sigur Guttorm Sørensen.
Tað verður krúnprinsurin, ið fer at skjóta renningina í gongd. Jógvan Skorheim, borgarstjóri fer eisini at siga nøkur orð.
Renna ella ganga
Møguleiki er at renna eina míl ella 10 kilometrar. Mílin verður runnin frá ferjuleguni til Jógvan Waagsteinsgøtu og aftur.
Teinurin á 10 kilometrar verður runnin frá ferjuleguni til rundkoyringina, út til gamla snørisvirkið/Berglon, har vent verður niðan á Klaksvíksvegin. Harfrá verður runnið út til Norðoyri og aftur til ferjuleguna.
Runnið verður í ymiskum bólkum. Tey fyrstu byrja klokkan 10:30, og tey seinastu fara avstað klokkan 11:25.
Sjálvt um talan er um eitt rennitiltak, so er tó ikki nøkur treyt at renna. Til ber eisini at ganga, ella bæði at ganga og renna.
13 undirhaldsstøð
Fyrireikararnir siga, at umframt sjálva renningina, so verða fleiri undirhaldsstøð á skránni.
– Vit hava 13 undirhaldsstøð til børn og vaksin á rutuni. Millum annað verður Bubu og Trøllapætur á skránni fyri børnini. Eyðun Nolsøe, Karl Martin Samuelsen, hornorkestrið og eitt lið við 40 taekwondo íðkarum sýnir fram. Talan er um lítlar pallar á vegnum, sigur John Mortensen.
Á málinum verður ein stórur pallur, har Jonhard Larsen, Ragnhild Ellingsgaard og Hallur Holm greiða frá og práta við ymisk fólk.
KVF stroymar frá tiltakinum.