Í komandi viku skulu Føroyar spæla undandyst í EM móti Italia. Hetta er sum rímiligt er ein spennandi uppliving. Eisini hjá teimum sum ikki hava tann stóra áhugan fyri fótbólti.
Tað eru nógvir fótbóltvøllir í Italia, sum kunnu nýtast til ein slíkan dyst. Men spælt verður í Modena, sum er nakað miðskeiðis í Italia. At dysturin er júst her hevur eina spennandi forsøgu, sum vit kunnu greiða frá í hesi grein.
Her er tað hent, at "okkara maður" í Italia hevur verið við til at ávirka valið av vølli, soleiðis at vit hálvavegna hava heimavøll í Italia. Talan er um italiumannin Gianfranco Contri, sum í 2004 legði úr hondum eina føroyskt/italska orðabók. Hetta var í sær sjálvum eitt bragd, sum hann fekk nógv rós fyri. Hann fekk eisini M. A. Jacobsens heiðursløn fyri hetta avrik.
Stríðst í eitt ár
Nú arbeiðir hann sum lærari uppi í fjøllunum í Modenalandslutinum nakað norðalaga í Italia.
Framvegis er Gianfranco sera góður við Føroyar og hevur stóran áhuga fyri tí, sum hendir her. Hann var í síni tíð haldari av FF-blaðnum, og var sera fegin um at fáa tíðindi úr Føroyum á hendan hátt. Eisini harmast hann um, at tað gekk sum tað gekk við blaðnum, har hann eisini hevði áhugaverdar greinir.
Í samband við landsdystin, sum skal vera 21. november í ár í Italia, fór Gianfranco longu í fjør undir at royna at fáa dystin spældan á Braglia vøllinum í Modena, sum er landspartahøvuðsstaður í landslutinum Modena, har Gianfranco sjálvur býr.
Fótbóltsmyndugleikarnir í Modena tóku væl undir við hesi ætlan og hava stuðlað henni væl og virðiliga. Eitt fyrsta úrslit av hesi roynd var at skipa fyri einum øðrum landsdysti í Modena fyri at vita, hvussu vøllurin riggar, og tá var úrslitið javnleikur.
Hetta var ikki heilt galið og gav Gianfranco treystið til at halda á við hesum royndum, hóast hann tá metti, at tað fór at gerast rættiliga torført.
Eisini stuðul úr Schweits
Fyri umleið einum síðani hevði Giofranco vitjan av vinum úr Schweits. Hesar hevði hann hitt í Føroyum. Teir vóru limir í sveisiska-føroyska vinafelagnum. Teir vildu eisini stuðla royndunum at fáa landsdystin spældan í Modena. Tá fór dysturin heldur ikki at vera so langt frá Sveits heldur, og tá vildi verið lættari hjá áskoðarum úr Schweits at vera við.
Í tí seinasta ætlaða FF-blað, sum tó ikki kom út vegna formansskiftið í felagnum, var skrivað ein grein um hesar royndir, har tað millum annað varð sagt:
»Uttan mun til um hesar royndir eydnast kunnu vit í Føroyum vera fegin um, at tað finnast útlendingar, sum hava eitt slíkt hjarta fyri Føroyum, at teir vilja sleppa at hýsa" einum landsdysti. Hetta gevur altíð eina góða umrøðu av Føroyum, sum bert kann verða okkum til gagns.«
Vitjan í Føroyum
Í samband við fyrra landsdystin millum Føroyar og Italia í Havn í juni í ár varð gjørt eitt serligt átak fyri at styrkja ynskið at hava dystin spæld á heimabeiti hjá Gianfranco í Italia. Hetta høvið varð nýtt at vísa, at Italia er annað enn fótbóltur. Tað er nevniliga eisini mentan. Tískil kom Giafranco til Føroyar við einum bólki, sum var umleið 20 fólk. Her vóru sangarar, dansarar og spælimenn frá hansara bygd, sum sýndu fram mentan frá teirra øki. Eitt sum tey sýndu fram var “Maggio delle Ragazze “. Hetta merkir Gentu-maimánaðurin. Tey 12, sum luttóku í hesi “maggiolanti” høvdu framførslu ymsa staðni í Havnar á mentunarnáttini. Tey høvdu eisini framførslu í Nólsoyar skúla. Borgarsstjórin frá teirra bygd Riolunato var eisini við á ferðalagnum. Tey vóru til móttøku á ráðhúsinum, har tey vóru væl móttikin av borgarstjóranum Heðin Mortensen. Á Fróðskaparsetrinum hittu tey vararektaran Elin Súsonna Jacobsen. Tey vitjaðu eisini Ítróttarsamband Føroya, har tey hittu Ísak Mikladal. Alla staðni var vælkoman góð.
Henda vitjan hevur eisini verið umrødd í italienskum bløðum, sum tað sæst í mynd til hesa grein.
Giafranco vann á mál
Væl hevur verið arbeitt hjá Gianfranco. Síðst í septembet samtyktu italsku fótbóltsmyndugleikarnir at ganga ynskinum hjá Giafranco á møti, og dysturin verður spældur á hansara heimavølli.
Síðan hava myndugleikarnir á staðnum gjørt tað, teir kunnu, fyri at føroyingar skulu fáa eina góða móttøku og skulu kenna seg væl, tá ið teir koma. Teir hava bjóðað FSF eitt sera gott hotell í Riolunato, 70 km úr Modena. Teir hava eisini bjóðað eitt umboð hjá FSF og landslið at vitja tey i Riolunato, har tað eisini verður móttøka á ráðhúsinum. Tískil verður roynt at leggja lunnar undir møguligt samband millum londini í framtíðini. Hetta kann saktans vera á øðrum økjum enn fótbóltur!
Hetta má sigast at vera eitt rættiligt bragd av Giafranco, sum hann eigur at fáa tøkk og viðurkenning fyri.
Mátti skriva sína egnu orðabók
Søgan um Giafranco er eitt gott dømi um, hvat ið kann koma burtur úr, tá ið vit geva fremmandafólki eina góða móttøku.
Hann kom sum ungur ferðamaður til Føroyar í 1982. Hann ætlaði bert at vera nakrar fáar dagar. Eitt tað fyrsta, hann gjørdi, var at fara inn í ein bókahandil at spyrja, um tey høvdu eina føroyskt-italska orðabók.
Nei, ein slík fanst ikki. Hann fekk boð um, at skuldi hann fáa eina slíka orðabók, mátti hann skriva hana sjálvur!
Samstundis gjørdist hann so hugtikin av Føroyum, at í fyrsta umfari steðgaði hann í tvey ár. Í 1999 kom hann at starvast á Fróðskaparsetrinum, og úrslitið av hesum gjørdist orðabókin við 15.000 orðum, og sum taldi 636 síður. Endamálið við orðabókini var at fáa italienarar at fáa áhuga fyri føroyska málinum og fyri Føroyum sum heild. Hetta hevur eisini eydnast sum tað sæst.
Tað skuldi verið upplagt, at okkara heimligu myndugleikar gjørdu meira nyttu burtur úr einum slíkum manni. Tað skuldi í minsta lagi verið givið honum frítt at koma til Føroyar og at virka her, sum hann vil, uttan tær trongu reglurnar í útlendingarlógini.
Nú verður tað spennandi hvønn Gianfranco heldur við tann 21. Tað er eingin ivi um, at hann ynskir í hvussu er Føroyum eitt heiðurligt úrslit. Tað má eisini vera hugaligt hjá spælarunum, at tað er í hvussu er ein italienari, sum heldur við teimum!