Givin í Neistanum: - Ungu neistamenninir skulu broyta hugburð

Heini Hanusarson fer neyvan at spæla hondbólt komandi kappingarár. Avtalan við Neistan verður eftir øllum at døma ikki longd, og enn er einki annað nøktandi tilboð komið til hansara.

 

Neistin stóð seg ikki serliga væl í landskappingini í ár. Steypavinnararnir vóru fjórðir í røðini tá avtornaði, og tað var ikki nøktandi. Ein orsøk til keðiligu gongdina var, at Sjúrður Thomassen og Tummas Pauli Hanusarson vóru darvaðir av skaðum, men Heini Hanusarson heldur eisini, at ungu neistamenninir hava ikki víst serliga góðan hugburð í ár:

 

- Eg eri av tí fatan, at broyta ungu neistamenninir ikki hugburð í sambandi við venjing, so verða teir trumlaðir niður av hoyvíkingum, vestmenningum og kollfirðingum, ja, eftirbátur í mun til aðrar ungar spælarar kring landið. Teir eru væl fyri tekniskt, men ikki tá tað kemur til kropsliga venjing, sum skal til, sigur Heini Hanusarson við heimasíðuna hvannrok.fo, sum ber tíðindini, at landsliðsspælarin neyvan fer at spæla næsta árið.

 

Heini Hanusarson heldur fram:

 

- Sjálvt um teir høvdu kort til venjingarmiðstøð, so brúktu teir ikki hesar møguleikar. Hetta sást eisini í seinastu dystunum, tí menn vóru ikki nóg væl fyri. Nógvir talentfullir spælarar, men teir tíma ikki at gera tað, sum skal til fyri at blíva vinnarar, sigur hann við heimasíðuna.

 

34 ára gamli Heini Hanusarson ætlar sær skjótt venjaraleiðina. Hann tók elituútbúgvingina hjá DHF í fjør, og diplom-útbúgvingin verður ætlandi tikin í summar. Tað gloppar hurðini at venja hondbóltslið í bestu deildunum í Evropa. Tað einasta, sum restar í, er Master Coach, sum tekur eitt ár, skrivar hvannrok.fo.

 

Nógvar broytingar eru framdar í besta manshópinum hjá Neistanum. Áki Mørk hevur tikið við sum venjari, Finnur Hansson hevur skift til Kyndil, málverjin Ári Egason Dam hevur skrivað undir avtalu við H71, og nú er greitt, at Heini Hanusarson verður heldur ikki í hópinum komandi kappingarár.