Gjógv - ein vøkur bygd

Eitt sum skúlabørnunum dáma væl er at vitja onnur støð. Serliga um tey eisini sleppa at yvirnátta.

Gjógv: Tað var júst tað sum 5. flokkur í Stranda skúla gjørdi í næstseinastu viku, tá tey í nakrar dagar vóru og ferðaðust í bygdarhúsinum við Gjógv.
Saman við hesum 14 næmingunum vóru tveir lærarar  Heidi Danielsen sum er flokslærari teirra og Andras Danielsen.
Henda dagin, vit vitjaðu við Gjógv var ferðin at enda komin. Tey styttu sær stundir við at hoppa elastikk, meðan bíðað varð eftir bussinum.
Túrurin hevði verið avbera góður, men veðrið kundi verið eitt sindur betri. Tann eina dagin hevði verið rættiligt ódnarveður. Men bygdarhúsið var kortini stórt og gott at vera í, so tað hevði einki bilað kortini.
Hetta hevði verið ein góður túrur í eini vakrari bygd, vóru tey øll samd í.