Gjørdi einki við gyltar lønir

Hóast løgmaður fyri slakum tveimum mánaðum síðani segði, at lønarviðurskiftini hjá løgmanni og landsstýrisfólkum skuldu broytast, og at eitt lógaruppskot skuldi leggjast fyri tingið fyri jól, so var hetta av ongum, nú tingið er farið í jólafrí

Kaj Leo Holm Johannesen var ógvuliga greiður í síni talu í Sosialinum mikudagin 23. oktober. Evnið var lønarviðurskiftini hjá landstýrisfólkum og løgmanni, har serliga eftirlønarviðurskiftini hava við sær, at samlaða lønin hjá hesum fólkum er ørandi høg.
Sosialurin hevur saman við serfrøðingum áður roknað seg fram til, at eftirlønin hjá løgmanni og landsstýrisfólki hevur í meðal eitt virði á tvær milliónir krónur um árið. Hetta er galdandi eftir at landsstýrisfólkið ella løgmaður hevur verið átta ár í Tinganesi, og er galdandi so leingi tey og hjúnarfelagar teirra eru á lívi.
- Eg havi ikki havt politiska undirtøku fyri at broyta hesi viðurskifti. Men nú, eftir at ljós er varpað á málið, tykist tað sum um stemningurin er vendur. Nú skal hetta fáast uppá pláss, segði, løgmaður, við Sosialin tann 23. oktober.
Men nú vit skriva 20. desember og tingið er farið í jólafrí, hevur løgmaður ikki fingið hesi viðurskifti upp á pláss.

Kunnu spara milliónir
Galdandi skipan hevur annars við sær, at løgmenn og landsstýrisfólk kunnu forvinna sær fulla eftirløn eftir bert átta árum. Ein vanligur tænastumaður má arbeiða í 37 ár, fyri at hava rætt til fulla eftirløn.
Loftið fyri almennar eftirlønir sigur, at eingin kann fáa meiri enn fulla løgmanseftirløn, sum er 60 prosent av løgmanslønini. Løgmaður fær løn í 40. lønarflokki, sum gevur 58.527 krónur um mánaðin. Og 60 prosent av tí er 35.112 krónur um mánaðin.
Hevur tú onnur størv, sum geva rætt til almenna eftirløn, so verður hon mótroknað, soleiðis at tú ongantíð fært meiri enn 35.112 krónur um mánaðin.
Henda skipan hevur við sær, at taka vit sum dømi eitt landsstýri við løgmanni og sjey landsstýrisfólkum, so hevur hetta stýrið eftir einum valskeiði upptjenað sær eina eftirløn á tilsamans 55,6 milliónir krónur.
Hetta er nakað, Sosialurin saman við serfrøðingi roknaði seg fram til tann 18. oktober út frá galdandi eftirlønarskipan hjá løgmanni og landsstýrisfólkum. Fimm dagar seinni viðgekk Kaj Leo Holm Johannesen, at henda skipan var ov lukrativ.
- Eftir at hava lisið Sosialin fríggjadagin (t.e. 18. oktober, blðm.) kann væl eingin vera í iva um at landskassin við tíðini fer at spara nógvar pengar, um vit broyta verandi lønarviðurskifti hjá løgmanni og landsstýrisfólkum, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

Í gildi eftir næsta val
Í somu samrøðu segði løgmaður, at hann ætlaði sær í løgtingið við einum lógaruppskoti um hesi viðurskifti fyri jól. Hetta lógaruppskotið skuldi byggja á álitið um ”samsýning og eftirløn landsstýrismanna”, sum løgmaður fekk handað gamlaárskvøld.
Víðari segði Kaj Leo Holm Johannesen, at hann ætlar at nýggja lønar- og eftirlønarskipanin skal koma í gildi eftir næsta val. Hóast løgmaður ikki legði lógaruppskotið fyri tingið, áðrenn løgtingið fór í jólafrí, sum hann annars segði seg fara at gera, so kann nýggja lønar- og eftirlønarskipanin kom í gildi eftir næsta val. Hetta er treytað av, at uppskotið verður lagt fyri tingið áðrenn síðsta framløgudag.

[email protected]