Í grundlógaravhoyring í dag varð ein 37 ára gamal maður skuldsettur fyri í fleiri førum at gera seg inn á konu sína, bæði við harðskapi og við at fáa sær atgongd til facebook profilin hjá henni.
Maðurin er skuldsettur fyri at hava møtt upp á arbeiðsplássinum hjá konuni, og har at hava tikið føraratak á hana, feldi hana niður og bant hana í hondjørn á høgra hondlið. Síðani hevði hann fingið hana inn í sín bil og har at hava lisið smsboð á telefonini hjá konuni. Maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava sligið konuna í pannuna og á nøsina við alboganum.
Maðurin var eisini skuldsettur fyri at koyra av staðnum við myrkum lyktum.
Í øðrum lagi var maðurin skuldsettur fyri at hava við órøttum at hava tiltuskað sær atgongd til fartelefonina hjá konuni og at hava posta »eg havi veirð ótrúgv við kollega mínum...«
Í triðja føri var maðurin skuldsettur við at hava tikið kvørkratak á konuna og hava hótt við at drepa hana.
Í fjóðra føri var maðuri skuldsettur fyri at hava sent smsboð til bæði foreldur og arbeiðsgevara hjá konuni.
Í fimta lagi hótti maðurin við at drepa konuna, um hon meldaði tilburðirnar í føri 1-3.
Og endaliga var 37 ára gamli maðurin skuldsettur fyri at hava ein Luger rvolvara og eina 9 mm skarptlødda kúlu í varðveitslu.
Ákærin bað um referatforboð, orsakað av serligu umstøðunum, og hesum játtaði dómarin. Tí ber ikki til at endurgeva annað, enn sjálva skuldsetingina.