Gjaldførið negativt

Í nýggjastu hagtølunum hjá Landsbankanum sæst, at gjaldføri landskassans er farið niður um markið fyri minsta innláni hjá landskassanum

Gjaldførið hjá landskassanum er negativt í løtuni. Tað liggur, sambært seinastu hagtølunum hjá Landsbankanum, sjey milliónir undir tí marki, sum ásett er fyri at vera minsta innlán hjá landskassanum í Landsbankanum.
Ásett er, at minsta innlánið hjá landskassanum skal vera 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Tað er í løtuni 1.500 milliónir. Men so nógvar pengar eigur landskassin ikki í Landsbankanum í løtuni. Har standa 1.493 milliónir.
Men tað er kortini ikki nakað, sum fær landsstýrismannin við fíggjarmálum at missa svøvnin. Bárður Nielsen segði soleiðis við Sosialin í januar:
» Eitt minstamark fyri innláni í Landsbankanum er sett til at vera 15 prosent av BTÚ, bruttotjóðarúrtøkuni. Men hetta er bara vegleiðandi, sigur Bárður Nielsen. Tað hendir eingin vanlukka, um farið verður eitt sindur niður um tað talið.
?Tað er ikki fyrr enn vit koma 30 prosent undir tað talið, sum svarar til tey 15 prosentini, at tað verður kritiskt, sigur landsstýrismaðurin.
Nettostøða landskassans var í december 2004 1.517 milliónir krónur, og minsta inngjald landskassans í Landsbankanum skuldi vera 1.485 milliónir. So har var ikki so nógv at geva av.
Fyri januar í ár skal minsta innlánið vera 1.500 milliónir, sigur Bárður Nielsen. Tað er tí, at framrokningar vísa, at BTÚ hækkar í mun til 2004, sigur hann.«
Men hann náddi ikki teirri hálvariaðru milliard í januar. Har manglaðu sjey milliónir í. Kortini ætlar landsstýrismaðurin ikki at broyta tey ásettu 15 prosentini, um farast skal eftir tí, hann segði við Sosialin í januar:
»Tað er óseriøst at hugsa so. Lógin er gjørd fyri at verða hildin. Tað er ikki so, at vit skulu gera lógir eftir tí, sum vit klára at liva upp til, sigur hann.«