Helgi Abrahamsen
Fleiri pensjonistar mundu kenna seg snýttar, tá tað í farnu viku stóð skrivað í bløðunum, at Arbeiðsmarknaðareftirløngargrunnurin (Samhaldsfasti) í komandi ári, einans fór at gjalda teimum 1.225 krónur í part um mánaðin.
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur sagt alment, at gjaldið úr Samhaldsfasta verður einar 2.000 krónur um mánaðin frá 1. januar 2007. Men í farnu viku sendi stýrið fyri Samhaldsfasta eitt tíðindaskriv út til fjølmiðlarnar, har boðað varð frá, at gjaldið verður einans 1.225 krónur um mánaðin.
Tað er ikki løgið, at pensjónistarnir kendu seg snýttar, tá teir sóu hetta. Men tíbetur er hetta ikki allur sannleikin.
Tað er nevniliga soleiðis, at stýrið fyri Samhaldsfasta avger einaferð um árið, hvussu høgt gjaldið skal verða tað komandi árið. Tað er hetta gjaldið, sum grundað á verandi inngjald, er sett til 1.225 krónur. Men tá er ikki tikið við, at eitt uppskot er á veg um at broyta inngjaldið til grunnin, soleiðis at útgjaldið frá 1. januar 2007 kann hækka.
Pensjónistarnir kunnu sostatt síggja fram til, at gjaldið í 2007 verður hægri enn tær 1.225 krónurnar um mánaðin. Um tað kemur heilt upp á tær ætlaðu 2.000 krónurnar um mánaðin, kann tó bara tíðin vísa.
Tað er sjálvsagt ikki er uppgávan hjá stýrinum fyri Samhaldsfasta at boða frá politiskum ætlanum, men tað hevði tó ikki gjørt nakað, um stýrið hevði nevnt ætlaðu broytingarnar í tíðindaskrivinum, soleiðis at pensjónistarnir ikki gjørdust óneyðugt ørkymlaðir.