Glógvandi tónlist úr útnorðri

Norðuratlants Bryggjan var herfyri karmur um ein festival, har nøkur av fremstu tónlistafólkunum úr útnorðri innan singer/songwriter stílin sýndu sínar dygdir.

Ummæli



Hóskvøld: Einsljóðandi skrá


Sum ein grønur og óroyndur blaðmaður á síni fyrstu missón sat undirritaði klárur við blokki og penni longu hálvan tíma, áðrenn hol skuldi setast á Ljómandi Kuldabrúnna. Tíggju spennandi nøvn úr útnorðri og Danmark skuldu í tríggjar dagar framføra sín tónleik á Norðuratlants Bryggjuni.

Hølini á ovastu hædd á Bryggjuni, sum nýliga vórðu sett í stand, egnaðu seg sera væl sum karmur um tiltakið. Gamla pakkhúsið frá 1700-talinum klæddi væl nýggju andlitslyftingina, sum sera hóskandi hevði latið nógv av gamla bygninginum verið eftir. Gamalt og nýtt flættað snøgt saman í eina væleydnaða eind.


Gamlir sangir úr hjartanum

Hetta, og mangt annað, fekk ein tíð at hugsa um, meðan ein sat og bíðaði. Ein tíma og tveir kaffikoppar seinni kundi Dennis Mejdal, sum hevði tvífalda leiklutin sum vertur og framførari, bjóðað teimum umleið 100 áhoyrarunum vælkomnum til Ljómandi Kuldabrúnna.

Eftir eina stutta framløgu av skránni byrjaði hann sína framførslu, gittarin og hann tveireinir. Góðir sangir og fangandi melodiir eyðkendu hansara tónleik, og hetta skuldi vísa seg at vera gjøgnumgangandi fyri alt kvøldið.

Hann spældi seks sjálvskrivað løg, sum hann eisini sang sera væl. Viðhvørt leiddi hann tankarnar til Chris Cornell, sum er kendur úr Soundgarden og Audioslave. Hann sang púra reint og hevði fullkomið tamarhald á røddini.


Inniligur Angu

Aftaná hann kom eitt av nøvnunum, sum uttan iva mong saman við mær høvdu glett seg til at hoyra. Angu kom á pall og byrjaði at spæla sín vakra og inniliga tónleik. Sera sterk og vælskrivað løg, sum vórðu eins væl sungin.

Ungi grønlendingurin greiddi frá, at síðani hann flutti til Keypmannahavnar fyri at liva av tónleikinum, var hann farin frá at skriva beint úr hjartanum til at skriva tónleik, sum hann væntaði fór at tekkjast øðrum. Men hetta kvøldið hevði hann valt at framføra gomul løg, sum vóru skrivað, meðan hann enn búði í Grønlandi.

Sum sagt, so vóru hetta góð løg, og tá ið ein hugsaði um heitið ‘grønlendski Teitur’, ið hann fekk, tá ið hann vitjaði Føroyar fyri tíð síðani, so kundi tú ikki annað enn nikka játtandi.

Men meðan Teitur hevur serlig evni at fáa samband við áhoyraran og draga hann við inn í sínar framførslur, so var Angu ikki sørt svinnur og afturhaldin. Áskoðarin gjørdist ongantíð meiri enn akkurát tað; ein áskoðari.


Lívligir tónar

Harafturímóti var talan um ein sera vælupplagdan og lívligan Høgna Lisberg, sum eftir steðgin átti tørn. Bæði Mejdal og Angu høvdu sitið niðri undir sínari framførslu, og hetta var eisini hóskandi til teirra tónleik. Men Høgni stóð uppi og hevði, umframt gittaran, munnharpuna við, sum hann eisini spældi yvirraskandi væl á. Uttan mun til um hann spælir við ella uttan bólkin hjá sær, so verður spælt við innliving.

“Morning Dew” og aðrir ljómaðu, og í mun til onkra aðru ferð, hann hevur framført, dugdi hann hetta várkvøld væl at práta við áhoyrararnar og greiða frá.

Síðst á skránni var Pétur Ben, ið eisini verður eitt av nøvnunum á ársins G!festivali. Pétur Ben er best kendur úr bólkinum hjá Mugison, ið var eitt av nøvnunum á G!-festivalinum í fjør.

At Pétur Ben hevði framført fyrr, var sjónligt. Íslendingurin dugdi væl at fáa fólkið við og prátaði enntá við áhoyrararnar. Í mun til hinar báðar fyrru, sum báðir spældu stillisliga og róliga á gittaran, spældi Pétur (eins og Høgni) við nógvum dynamikki.

Pétur Ben endaði sína framførslu, og samstundis eisini fyrsta kvøldið av festivalinum, meðan hann stóð á einum stóli mitt ímillum áhoyrarafjøldina, hvaðani hann spældi sítt síðsta lag.



*****


Fríggjakvøld: Tónlistarligt fjølbroytni


Meðan fyrsta kvøldið av Ljómandi Kuldabrúgv borðreiddi við einari heldur einsljóðandi skrá, við mannligum einstaklingum, sum sungu og spældu melodiskan singer/songwriter tónleik, so var fríggjakvøldið eitt kvøld merkt av tónlistarligum fjølbroytni.



Poppur eftir bókini

Fyrst á palli var danska Randi Laubek, sum allarhelst eisini var kendasta navnið á festivalinum. Við sær hevði hon tveir tónleikarar, ein bassspælara og ein gittarist. Hesar báðar hevði hon tilvildarliga 'funnið' í barrini á einari ferju, ið sigldi millum Svøríki og Danmark, greiddi hon frá.

-De kunne mere end at drikke øl, fandt jeg sidenhen ud af, segði Randi, sum umframt at vera vøkur og sjarmerandi, eisini var stuttlig.

Hon spældi melodiøsan popp, sum bar brá av jassi og blús.

Støði var sera høgt, og bólkurin spældi sum ein eind. Tónleikurin var sera lurtaravinarligur. Men sjálvt um tónleikararnir næstan í hvørjum sangi skiftu ímillum ymisk ljóðføri og viðhvørt sungu bakrøddir, so var tónleikurin eitt sindur ov 'tryggur' til tíðir, um ein kann kalla tað tað. Spælt var eftir bókini og ikki so nógv út um tað. Men sum heild frálíkur tónleikur.


Kanska í so ríkt

Ólöf Arnalds var næst á palli. Umframt ein klassiskan gittara hevði hon tvey onnur serlig streingjaljóðføri, har annað var gjørt úr beltisdýri. Saknaði ein eitt sindur av improvisatión og nýhugsan frá Randi Laubek, so kom tað í ríkt mát nú. Kanska í so ríkt. Onkur var hugtikin av hennara originaliteti og líkatil framførslu, men ikki hesin ummælarin.

Ólöf royndi at tosa danskt í byrjanini, men torført var at skilja, hvat hon segði. Tí frøddust allir partar, tá ið hon miðskeiðis í framførsluni skifti til enskt. Eitt sindur av Eivør og eitt sindur meiri av Kate Bush hoyrdust aftur í hennara sangi, tó uttan teirra dygdir. Framførslan var merkt av følskum sangi og nógvum mistøkum á gittaranum.



Glitrandi sorgblídni

Tá ið ein stuttur steðgur hevði verið, var Guðrið Hansen á skránni. Ílatin glitrandi, second-hand klæðir, sum so líðandi eru vorðin ein partur av hennara image, trein hon á pall. Hon greiddi frá, at hettar var hennara fyrsta framførsla í Danmark, og at hon gleddist um høvið.

Eftir at hava hoyrt eina framførslu, har tú meiri ella minni sat og krympaði tær, var tað sum eitt frískt lot at hoyra eina trygga og vælljóðandi Guðrið. Hon spældi kendar sangir sum “Postcard” og “Love is Dead” umframt nýtt tilfar. Sangirnir hjá Guðrið hava oftani tungar tekstir um lívsins skuggasíður og eru merktir av sorgblídni:

– Eg elski melankolskan tónleik. Og tað er ikki av tilvild, at næstan allir mínar sangir eru í mol, sigur hon og flennir.

– Men tað merkir als ikki, at tú absolutt skalt vera deprimerað. Melankolskur tónleikur gevur bara oftani eina realistiska mynd av tilveruni, haldi eg.


Fullfíggja undirhald

Danski Tobias Trier hevði fingið uppgávuna at enda fríggjakvøldið. Hann borðreiddi við stuttligastu og mest fullfíggjaðu framførsluni á øllum festivalinum. Hetta merkir tó ikki, at hon var tann besta, men hann megnaði hegnisligani at fara frá einum sangi til annan. At fara frá ein sangi um flúgvandi vaskiklæðir til eitt so álvarsamt evni sum at missa ein kæran, er ein avbjóðing. Og at gera tað á ein smidligan hátt er meiri enn ein avbjóðing, men tað eydnaðist honum. Hann sang einki serligani væl, og gittarspælið var so sum so, men hinvegin var hann tann einasti hetta kvøldið, sum veruligani kom út um pallkantin og fekk samband við áskoðararnar.


*****


Leygarkvøld: Óvanligt hjúnarband


Hanus og Aldubáran høvdu fingið alt leygarkvøldið fyri seg sjálvi og vóru einasta navnið á skránni. Miðalaldurin á áhoyrarunum var hækkaður munandi sammett við hini bæði fyrru kvøldini, men framvegis vóru eisini fleiri ung komin at lurta.

Hetta heldur óvanliga hjúnarbandið millum ótamda vísusangaran úr Klaksvík og fremstu tónlistaúrmælingarnar í Føroyum hevur skjótt meiri enn átta ár á baki.


Frá myrkri til ljós

Andras Olsen byrjaði framførsluna við einum tónleikastykki á trombon. Miðskeiðis í stykkinum kom Hanus gangandi úr hinum endanum av hølinum, meðan hann við sínari sermerktu, djúpu rødd til skiftis sang og las eina yrking eftir Jakob Sande (1906-1967).

Síðani Hanus fyri nøkrum árum síðani varð boðin til Noregs at spæla og av tilvild endaði í heimbýnum hjá Sande, hevur hann tikið verkini hjá norska yrkjaranum til sín. Nýggjasta fløgan hjá Hanusi og Aldubáruni, frå leddiken, eru yrkingar eftir Sande, sum tey síðani hava latið í nýggjan ham. Fleiri av løgunum vórðu spæld hetta kvøldið og myndaðu helmingin av skránni.

Hin helmingurin av tilfarinum vóru yrkingar eftir Pól F., sum flest allir føroyingar kenna, m.a. “Tá eg at kvøða”, “Fagra blóma” og “Áh, kundu á tíðarhavi”.

Yrkingarnar vóru tó ikki býttar upp eftir yrkjara, men eftir huglagi. Fyrra helvtin var tann dapra, greiddi Hanus frá, meðan tann seinna var eitt sindur ljósari. Tað eina verkið var um ein ungan drong, ið fer niðan í fjøllini at taka lívið av sær, tá ið honum verður noktað av foreldrunum at fara á sjónleikaraskúla. Og heldur enn at vera orð við einum lagið, gerst framførslan ein søga, har tónleikurin avger, hvussu huglagið skal vera.



- Eg vil spæla rokk

Við einari vælspælandi og sera dynamiskari Aldubáru, bar ein intensur og eldhugaður Hanus yrkingarnar fram, sum galt tað um lív.

- Eg ynski at fáa boðskapin út um kantin, sigur Hanus, tá ið hann verður spurdur um sína livandi framførslu.

– Eg tími ikki at syngja bara fyri at syngja.

Burtursæð frá onkrum bólkum í sínum ungu døgum og nú Aldubáruni, hevur Hanus fyri tað mesta spælt sum einstaklingur. Spurdur, um hetta hevur verið eitt tilvitað val, svarar hann:

- Nei, tað kann man ikki siga. Tað er bara blivið so við tíðini. Eg hevði væl tímað at spælt í einum rokkbólki eina ferð í framtíðini, sigur hann við einum smíli.




Tónleikainnrás07

Í samstarvi við danska plátu- og bookingfelagið Artiscope skipar Norðuratlants Bryggjan fyri fleiri smáum festivalum í ár, ið hava fingið felagsheitið Tónleikainnrás07. Endamálið er at bróta landamørk og varpa ljós á tónleik úr útnorðri. Ljómandi Kuldabrúgv er annar festivalurin í røðini. Fyrsti festivalurin var Isslag, har m.a. føroyski Thor Simonsen luttók. Tónleikastílar á komandi festivalum verða m.a. elektronika og tungmálmur.




Skrá

Hóskvøld 12. apríl kl. 20

Dennis Mejdal (DK /vertur), myspace.com/dennismejdal

Angu (GL), myspace.com/angumotzfeldt

Høgni Lisberg (FO), myspace.com/hognilisberg

Pétur Ben (IS), myspace.com/peturben



Fríggakvøld 13. apríl kl. 20

Dennis Mejdal (DK/vertur), myspace.com/dennismejdal

Randi Laubek (DK), myspace.com/randilaubek

Ólöf Arnalds (IS)

Tobias Trier (DK), myspace.com/ttrier

Guðrið Hansen (FO), myspace.com/gurihansen


Leygarkvøld 14. apríl kl. 20

Hanus og Aldubáran - (FO)