Glað fólk og spardar milliónir

Trivnaður í landinum og sparingar á fíggjarøkinum átti at verið ynskidreymur hjá øllum politikkarum og einamest fíggjarmálaráðharranum at fáa framt

 

Sum eina roynd at fáa glið á samráðingarnar um sersáttmála innan giktaøkið hevur Giktafelagið í mai mánaði verið á fundi við Heilsumálaráðið, Serlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Orsøkin til hetta var, at føroyskir giktasjúklingar eru í eini ótolandi støðu, nú eingin giktalækni longur er til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum. Fremsta orsøkin til hetta er, at giktalæknin fram til 31. mars í ár valdi at takka fyri seg, tá hann hóast óteljandi áheitanir og eins nógv lyftir framvegis ikki hevði nakran sersáttmála at arbeiða eftir.

Eisini vóru onnur viðurskifti, sum læknin ikki var nøgdur við, men á fundi við Heilsumálaráðharran og leiðsluna fyri Landssjúkrahúsið hava vit fingið lyfti um, at hesi viðurskifti eru í rættlag alt fyri eitt, tá giktalækni aftur kemur í starv á Landssjúkrahúsinum. Eisini sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum seg hava strongt á starvsbróðurin í Fíggjarmálaráðnum, so neyðugu samráðingarnar kunnu fáast frá hondini.

Sáttmálaviðurskiftini skulu greiðast millum Serlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið, men tað er synd at siga, at nakað nevnivert er hent á økinum tey fýra árini, sum samráðingarnar hava gingið.

Sæð úr okkara sjónarhorni er størsti knúturin, at tað ikki hevur verið vilji til at arbeiða fyri einum sersáttmála fyri giktaøkið, eins og tað annars hevur verið vanligt fyri fleiri onnur øki.

Serlæknafelagið sigur seg umboða allar serlæknar yvir ein kamb, og tí vil felagið ikki leggja størri dent á giktaøkið enn á onnur øki.

Hóast serlæknafelagið ikki aktivt vil virka fyri einum sersáttmála til giktaøkið, so hevur felagið givið tilsøgn um, at tey ikki fara at mótarbeiða eini framskundaðari loysn á júst hesum økinum.

Ein slík loysn krevur tó, at eitt útspæl um hetta kemur frá Fíggjarmálaráðnum.

Tað kann kanska tykjast heldur nasadjarvt og sjálvsøkið, tá Giktafelagið beinleiðis heitir á Fíggjarmálaráðið um at fáa í lag sersáttmála innan eitt ávíst sjúkuøki.

Tað hvørki er ella verður Giktafelagið, sum er samráðingapartur, men vit hava sæð tað sum eina uppgávu hjá giktafelagnum at virka fyri, at fólk við gikt hava rætt til at fáa giktaviðgerð í Føroyum. Tí hava vit roynt at víst á, hvussu lítið tað er, sum í veruleikanum skilir partarnar. Samstundis hava vit víst á, hvussu vanlukkulig støðan á giktaøkinum er, um alt tað, sum er bygt upp seinnu árini, nú sleppur at detta niðurfyri aftur.

Eitt er, at verandi støða er ótolandi hjá føroyskum giktasjúklingum. Og hjá summum, sum hava verið ella eru í viðgerð við ávísum giktaheilivági, kann støðan gerast lívshættislig.

Annað er, at tað eru allar hugsandi góðar fíggjar- og búskaparligar orsøkir til at finna eina loysn á málinum. Vit kunnu í stuttum nevna.

-        Á leið 7.000 føroyingar hava gikt. Av hesum hava einir 1.500 tørv á ambulantari viðgerð, meðan hini 5.500 koma at hava ella hava havt tørv á ambulantari viðgerð.

-        Verða giktasjúkur ikki viðgjørdar nóg tíðliga, er stórur vandi fyri skerdum arbeiðsførleika og hóttandi invaliditeti. Tí verður talan um økt tal av tillagaðum størvum og øktar útreiðslur til fyritíðarpensión, um nøktandi giktaviðgerð ikki er í landinum.

-        Í ár eru fyrstu útgávurnar av sonevnda kopi-heiliváginum sendar á marknaðin. Hesin heilivágur kann nýtast ístaðin fyri dýra biologiska heilivágin, sum í fleiri ár hevur koppað fíggjarstýringinini hjá Sjúkrahúsverkinum. Kostnaðurin fyri heilivágin hevur verið um 12-14 mió kr. seinnu árini, men nýggi heilivágurin er á leið 70% bíligari. Við øðrum orðum kunnu einar 8-10 mió kr. sparast um árið. Ein neyv fylgjan – monitorering – av einstaka sjúklinginum er tó ein grundleggjandi fortreyt, um hetta skal gerast. Og henda monitorering kann ikki fremjast við eitt nú vikarsettum konsulentum.

Fíggjar- og búskaparliga er tí einki sum helst argument fyri, at verandi støða ikki verður loyst.

Giktafelagið hevur á fundi við Heilsumálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelagið greitt frá okkara sjónarmiðjum. Undir hesum hava partarnir sýnt vælvild til at fáa ferð á samráðingarnar, og vit kunnu bara vóna, at tað ikki aftur skulu ganga fýra ár, áðrenn næsta uppskotið verður sent og vrakað.