Glasir: Brúka grova happing til at menna næmingarnar

– Onkrir næmingar eru so hart raktir, at teir umhugsa at gevast, men vit kunnu ikki melda tað, sigur rektarin

- Vit taka hetta í størsta álvara, og vit ætla okkum at fáa nakað gott burtur úr hesum. Tað sigur Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi.

Um vikuskiftið kom fram, at ein listi var í umferð, har bæði lærarar og næmingar fingu ymisk skoðsmál og viðmerkingar, men nógv av tí var so grovt, at tað var uttan fyri alt sømiligt mark.

Talan var um so grova happing, at rektarin kannaði møguleikan at melda hetta til løgregluna.

https://www.in.fo/news-detail/news/glasir-sendir-politi-eftir-happarum-a-skulanum/Les meiri her: Glasir sendir løgregluna eftir happarum á skúlanum

Men rektarin sigur í morgun, at eftir at hava kannað málið er niðurstøðan, at skúlin kann ikki melda ein slíkan tilburð vegna næmingarnar.

– Tað stendur til hvønn næming sær at gera av, um tey føla seg gingnan so nær, at tey vilja melda, sigur Steinbjørn Haldlei.

Men tað merkir ikki, at hann hevur slept málinum. Tvørtur ímóti er ætlanin at brúka hesa hendingina til at menna næmingarnar.

– Í samráð við okkara sálarfrøðing hava vit tosað við teir næmingarnar, sum hava staðið fyri skotum í hesi happingini. Sum heild eru tey rólig, men at fleiri eru kedd, og nøkur eru so hart rakt, at tey umhugsa at gevast á skúlanum, sigur rektarin.

Hann sigur, at hetta sigur alt um, hvussu álvarslig málið er. Í hesum sambandi hevur hann nú skrivað lærarum, næmingum, og annars øllum, sum hava sína dagligu gongd á Glasi, har hann hevur greitt frá støðuni.

Tey vita ikki, hvør tað, sum er upphavið til hesa happingina, men í eini áheitan á næmingarnar mælir hann teimum til at siga frá sjálvi, fyri at fáa ein enda á málinum.

– Skaðin, sum hesin listin hevur verið atvoldin til, kann ikki ógerast. Tó kunnu tey, sum hava verið við til at gera hendan lista, vísa, at tey viðurkenna, at her er farið út um mark, sigur hann.

Tí heitir hann á tey um at taka ábyrgd av egnum gerðum og at viðurkenna tær avleiðingar, sum standast av tí, sum er gjørt. Tað hevði verið skjótasta og virðiligasta leið til sáttargerð og sóning, sigur rektarin.

Hann ger kortini greitt, at skúlin kannar málið enn, men hann heitir á tey, sum eru upphavið til listan, um at venda sær til leiðsluna, so at tey kunnu taka málið upp.

– Vit vóna at næmingar hjálpa okkum í hesum arbeiðnum og tað kunnu tey gera við at tosa saman um álvarsemi í hesum málinum.

– Og er tað onkur, sum veit, hvør er upphavi til listan, kunnu tey eisini tosa við tey um, hvat tey eiga at gera fyri at leggja tað afturum.

 Hann leggur afturat, at hetta málið hevur eisini víst, at tað er tørvur á at seta sjóneykuna á etikk og mentan.

– Etikkur snýr seg um, hvussu vit fara við hvørjum øðrum og liggur tað ikki á okkum øllum at gera okkara til, at happing verður steðgað í somu løtu, hon vísir seg, spyr hann

Tí hevur hann sett seg í samband við etiska ráðið við tí endamálið at taka hesi evni fram, bæði í flokkununum, í fyrilestrum og á evnisdøgum.

– Á tann hátt vóna vit, at í longdini kann okkurt gott spyrjar burturúr hesum máli, sum í allar mátar er eitt keðiligt mál, sigur Steinbjørn Hardlei.