- Vit gleða okkum altíð til Ólavsøkurenningina. Fólk koma av bygd og bý og hjá nógvum byrjar Ólavsøkan við renningini. Útisetar eru eisini fúsir at melda til og sum árini ganga, síggja vit, at næsta ættarliðið kemur við at renna. Og ofta er okkurt yvirraskilsi, onkur stjørna, ung sum eldri, sum stingur seg fram.
Tað skriva Bragdið, ið hvør ár skipar fyri Ólavsøkurenningini, í tíðindaskrivi nú tað stundar til ólavsøku.
Fyrireikararnir greiða frá, at teinurin í ár er tann sami sum undanfarnu ár.
- Í fleiri ár hava vit hildið til niðri á Skálatrøð, har starturin er og soleiðis er eisini í ár. Runnið verður út á Bakka, fram við hugnaligu kaffistovunum har tað er sera áskoðaravinarligt, sjálvt um tað kann tykjast trongligt. Slætt og gott at renna og bara ein lítil brekka úti á Skálatrøð. Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km og børnini renna frá 430 metrum til 1,3 km, alt eftir hvørjum aldursbólki tey eru í.
Tilmeldingin er latin upp og til ber at melda seg til á bragdid.fo ella renn.fo og meldað til.
Startnummurini skulu heintast í Skeiva pakkhúsið á Høgu kai frá kl. 16.00-17.3. Renningin byrjar mikudagin kl. 18.00 og fyrsti bólkurin hjá børnunum skal eftir ætlan byrja kl. 18.40.