Tað hevur verið gott lag í Tel Aviv og øðrum ísraelskum býum í nátt.
Ætt og stuðlar hjá ísraelsku gíslunum, sum Hamas framvegis hevur sitandi, hava hátíðarhildið, at fyrsti partur av einari avtalu millum Ísrael og Hamas eftir øllum at døma er komin upp á pláss.
Eisini í Gazageiranum fegnast tey um henda partin av avtaluni, og í býnum Khan Younis har suðuri í Gazageiranum savnaðust palestinar og sungu og dansaðu, samstundis sum tónleikur hoyrdist úr hátalara.
Soleiðis greiðir eitt tíðindafólk í Khan Younis frá á CNN.
Hetta hendi, hóast ísraelsku álopini hildu fram í nátt, har serliga Gazabýur varð álopin við rakettum.
Í gøtunum í Tel Aviv í Ísrael savnaðust familjur og avvarðandi hjá gíslunum. Fólk róptu av gleði, og onnur grótu og fevndu hvønn annan, veit Sky News at siga.
Lesið eisini:
Semja um fyrsta part av friðaravtaluni - https://www.in.fo/news-detail/semja-um-fyrsta-part-i-fridaraetlan-i-gaza