Glistrup: Vitji Føroyar 42. hvørt ár

Klokkan er hálvgum ellivu mánamorgun, ein ónevnd kelda er í telefonini og sigur, at kendi danski politikkarin og sakførarin Mogens Glistrup situr í Vágsbotni og lesir okkara blað. Tað er ikki fyrsti apríl, vit eru komin út í juli. Vit vága og koyra beinleiðis heim í Vágsbotn í Havn, har Mogens Glistrup situr. Hann er 76 ára gamal, slitin og kanska eitt sindur órakaður, men hevur framvegis kviku eyguni og hugsar seg ikki eitt sekund um, áðrenn hann svarar.

Klokkan er hálvgum ellivu mánamorgun, ein ónevnd kelda er í telefonini og sigur, at kendi danski politikkarin og sakførarin Mogens Glistrup situr í Vágsbotni og lesir okkara blað. Tað er ikki fyrsti apríl, vit eru komin út í juli. Vit vága og koyra beinleiðis heim í Vágsbotn í Havn, har Mogens Glistrup situr. Hann er 76 ára gamal, slitin og kanska eitt sindur órakaður, men hevur framvegis kviku eyguni og hugsar seg ikki eitt sekund um, áðrenn hann svarar.
-Eg eri her 42. hvørt ár og næstu ferð er komið at vitja føroyingar, tá verið eg 118 ár. Fyrstu ferð eg var í Føroyum var í 1960. Tá kom eg við ferðamannaskipinum Dr. Aleksandrine á veg til Reykjavíkar á ein norðurlendskan juristafund. Tað var ein góð vitjan og nú eri eg aftur, men í heilt øðrum ørindum. Eg eigi eina abbadóttir, hon er 10 ára gomul og seinastu fimm árini hava vit verið røsk at ferðast við henni. Also ikki eg og konan einsamøll, men eisini dóttir okkara og so svigarsonurin, sum er eitt slag av ferðafyrireikara fyri okkum. Tað er hann, sum tekur sær av øllum tí praktiska og vit fylgja bara við. Akkurát nú siti eg her sum avtalað, og bíði eftir hinum, tey eru og gera okkurt ørindi í býnum og vit avtalaðu, at eg skuldi sita á hesum bonkinum, so tey kunnu finna meg aftur. Eg havi vitjað undirhúsiið og javnaldrarnar har, sigur Mogens Glistrup eitt sindur speiðsamur.
Og vit fáa ikki rættuliga náðir at práta, tí Glistrup er kendur maður í Føroyum, og nógv koma og heilsa uppá hann. "ER DETTTE IKKEE MOGENS GLISTRUP; MIN SANN" sigur ein eldri maður og stevnir beina leið móti bonkinum og tekur í hondina á Glistrup. "DU SKULLE STIDLE OP TIL VORES LAGTING, SÅ VILLE DER KOMME SKIIL Á PÅ FÆRØERNE:" Fleiri aðrir heilsa Glistrupi, men móti allarari vanligari siðvenju, so óttast teir myndamannin og hava hug at kráma á linsuni, so løtan ikki verður gjørd ódeyðilig.
Kennir tú fólk í Føroyum?
-Ikki tað stóra, eg læs kanska saman við onkrum, men havi gloymt navnið. Jú forrestin Halgir Winther Poulsen byrjaði hjá mær sum fultrúi, áðrenn hann gjørdist sakførari. Hittir tú hann so heilsa endiliga. Eg havi lært hann upp, sigur Mogens Glistrup við einum smíli.
Fylgir tú við í føroyskum politikki?
-Ja, tað geri eg og tað er rættuliga einfalt í løtuni. Her stendur 16-16 í fullveldisspurninginum og skulu føroyingar gera sær dreymar um fullveldið, so má ein meiriluti finnast fyrst. Eg haldi sjálvur, at ein tillagingartíð til fullveldi upp á eini 10-15 ár er nóg mikið. Annars er tað heilt skeivt, at Føroyar nakrartíð komu at hoyra til Danmark. Tveir klutraðu í tí upp undir endan av napoleonskrígnum. Føroyar, Ísland og Grønland hoyra náttúrliga til Noreg og ikki Danmark, sogur Mogens Glistrup.
Tú hevur ofta úttala teg um samansetingina av danska fólkinum, er tú framvegis bangin fyri danska fólkinum?
Ja. tað er so befríandi at sita her í Vágsbotni og síggja, at her eru tað føroyingar sum búgva. Tit koma at ráða í Føroyum næstu mongu árini. Í Danmark er tað soleiðis, at heldur verandi gongd fram, so eru muhamedanararnir í meiriluta, áðrenn hendan øldin er hálvrunnin og tá kunnu teir seta egnar lógir í verk og stýra øllum, sigur Mogens Glæistrup.
Er tú ein nøgdur fyrrverandi politikkari?
Eg veit ikki hvussu fyrrverandi eg eri. Eg var sakførari, og lógirnar sum politikkararnir smíðaðu, vóru burtur úr vón og viti. Eg mátti gera okkurt við hetta og gjørdist politikkari. Nú eri eg pensioneraður og fegnist um, at tann politikkur, sum eg kom fram við, verður førdur í dag í odd og egg. So kann tað vera líka mikið hvør fær heiðurin, bara vit flyta okkum á rættari leið, og tað er júst tað sum hendir nú, sigur Mogens Glistrup.
Uttan at koma inn á hvat hann meinar við hesum, sipar Mogens Glistrup til nýggja politikkin hjá stjórnini, sum ger tað truplari hjá útlendingum at flyta til Danmark.
Glistrup kom til Føroyar við Norrønu og skal vitja kring landið í nakrar dagar. Hann fer avstað aftur fríggjadagin til Hansholm.
-Jeg skal se på fuuugle, sigur hann við einum smíli á reinum bornholmsmáli og fer at tosa við viðhaldsfólk í Føroyum og tey eru slett ikki so fá.