Ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum Fríggjadagin og leygardagin verður GLS-ráðstevnan í Norðurlandahúsinum. Hetta er triðja árið, hon verður hildin í Føroyum.
Aftur í ár er góð undirtøka til stevnuna, og minst 300 luttakarar úr øllum Føroyum vera við. Luttakarar eru bæði leiðarar úr kirkjum, meinigheitum og samkomum, umframt leiðarar í vinnulívinum og frá tí almenna.
Ráðstevnan byrjar fríggjamorgunin kl. 9:00 við at løgmaður, Kaj Leo Johannesen, setur ráðstevnuna. Síðani heldur stevnan fram fríggjadagin og leygardagin.