Í Sjóvar kommunu kunnu tey vera væl nøgd við skattainntøkurnar higartil í ár.
Ein uppgerð yvir fyribilsskattin hjá kommununum í ár vísir, at kommunurnar tilsamans fingu 59,8 milliónir krónur meira inn í skatti frá 1. januar til 30. apríl í ár enn sama tíðarskeið í fjør.
Og í Sjóvar kommunu kunnu tey fegnast um, at tey eiga ein part av veksandi skattainntøkunum hjá kommununum.
Í hesum tíðarskeiði í fjør fekk Sjóvar kommuna 19.654.626 krónur í skatti, men í ár er talið 21.798.314 krónur.
- Munurin í krónum er 2.143.688, sum er 10,91 prosent meira enn í fjør, siga tey í Sjóvar kommunu í dag.












