Týsdagin hin 12. mai kom havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri.
Hetta var eftir, at Jákup Sverri og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, fylgdust út av Havnini við túrbyrjan hin 30. apríl.
- Nakað av sild var at síggja í íslendskum og føroyskum sjóøki – og so langt suður er eldra sildin annars ikki komin síðstu árini.
Á Havstovuni siga tey, at nakað av 5-ára gamlari sild (2021 árgangurin) sást – serliga eystast í kanningarøkinum.
- Men, umleið helvtin av sildini var úr 2016-árganginum, og størsta sildin stóð vestast í kanningarøkinum.
Í stuttari frásøgn um kanningartúrin sigur Havstovan, at svartkjaftur bara var at fáa við hellingarnar á Íslandrygginum, á landgrunninum og eystast í kanningarøkinum, har sjógvurin er heitari.
- Mesta av svartkjaftinum var 1 og 2 ára gamal, men eisini var nakað av 3-5 ára gomlum svartkjafti uppií.
Sagt verður, at hetta er ein kanning, ið er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Bretlandi og Danmark.
- Endaligu úrslitini frá felagskanningunum verða tøk, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd um miðjan juni.
Øll túrfrágreiðingina um sildakanningarnar kann lesast um heimasíðuna hjá Havstovuni - www.hav.fo












