Spyr hví hvørki Brimil ella Tjaldrið eru tøk

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, vil hava landsstýrismannin í fiskivinnumálum at greiða frá, hvussu støðan kann vera, at hvørki Brimil ella Tjaldrið eru tøk sum vaktar- og bjargingarskip í løtuni.

Hann hevur í dag sett Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, ein skrivligan §52a-fyrispurning um støðuna hjá føroysku vaktar- og bjargingarskipunum.

 

Eirikur í Jákupsstovu spyr beinleiðis, um tað er rætt skilt, at hvørki Brimil ella Tjaldrið eru tøk sum vaktar- og bjargingarskip í løtuni.

 

Hann vil eisini hava at vita, hvussu leingi landsstýrismaðurin væntar, at henda støðan fer at vara, og um landsstýrismaðurin metir hana vera nøktandi.

 

– Føroysku vaktar- og bjargingarskipini Brimil og Tjaldrið hava stóran týdning fyri okkum sum fiskivinnutjóð bæði í sambandi við eftirlit og bjarging, vísir Eirikur í Jákupsstovu á í viðmerkingunum til fyrispurningin.

 

Hann vísir eisini á, at skipini hava týdning í sambandi við luttøkuna hjá Føroyum í verju- og trygdarspurningum.

 

Tjaldrið er meira enn 50 ára gamalt, og sambært løgtingsmanninum tykist semja vera um, at annað skip eigur at koma í staðin.

 

Samstundis hevur Brimil í størri mun verið álitið hjá Vørn. Eirikur í Jákupsstovu vísir á, at tað í eina tíð hevur verið greitt, at Brimil ikki fór at vera tøkur partar av hesum árinum – og nú frættist, at Tjaldrið heldur ikki er tøkt.

 

Løgtingsmaðurin spyr tí eisini, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur viðvíkjandi bjarging og eftirliti kring Føroyar nú og í komandi tíðum.

 

Fyrispurningurin varð settur í Løgtinginum í dag, 21. august.