Stuttleikir vóru 22. august á Tórsbreyt, sum Hvirlan, felag fyri frælsan ítrótt í Tórshavn, skipaði fyri. Ein rúgva av børnum royndu seg innan frælsagreinarnar bóltkast, renning og longdarlop, og tey vóru sera røsk og stuttleikaðu sær óført.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu. Hann segði millum annað soleiðis í røðu síni:
Tí góðir ítróttavanar byrja ofta tíðliga.
Men fyri børn eigur ítróttur fyrst og fremst at vera eitt stað, har tað er gott at vera. Eitt stað, har tú kanst røra teg, spæla, læra og vera saman við øðrum.
Øll røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her.
##med2##











