Gøtunnar hetjur eru í dag manningin hjá Reinhaldinum

Í morgun var eitt minnismerkið avdúkað við uttan fyri Ráðhúsið á Vaglinum í Havn.

Talan er um eina stálkonstruktión, sum vísir ein gøtusópara við kusti.

Minnismerkið er ein gáva til býin frá Havnar Arbeiðarafelag.

Í røðu síni segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, soleiðis:

"Góðan dag øll somul! Og vælkomin higar á Vaglið, nú vit fara at avdúka eitt minnismerki um ein ógvuliga týðandi part av okkara søgu, sum flestu helst geva minni gætur, enn hann hevur uppiborið.

Tiltikið er at sópa fyri egnum durum.

Tað er ein skylda, vit í tí dagliga áleggja okkum sjálvum.

Flyta vit hetta á kommunalt stig, so hevur kommunan í áratíggju havt ein fastan politikk, um hvussu vit halda býin reinan.

Havnin skal skína. Reinur og fríður, Tórshavnar býur.

Slagorðini hava verið fleiri og tiltøkini mong.

Men eitt gongur aftur í øllum tílíkum tiltøkum.

Tað er lítla liðið, vit í dag kalla Reinhaldið.

Tað er liðið, sum svitaleyst tryggjar okkum, at vit hvønn einasta morgun vakna til ein reinan og snotiligan bý.

Gøtusópararnir hildu til her í kjallaranum. Aftanfyri hesar lágu dyrnar her. At vera “gædefeiari” var eitt álitisstarv.

Her minnast havnarfólk menn sum Jóin, Mortan Mørk, Bummuna, Kristian í Svínoy og aðrar.

Hesir vóru býarmyndir fram til okkara tíð.

Snimma á morgni tustu teir út úr kjallaranum her í gróthúsinum á Vaglinum við trillibørum, kusti og øðrum amboðum.

Og áðrenn onnur høvdu fingið skógvarnar uppá vóru gøturnar reinar, ristir vóru reinsaðar og ruskíløtini vóru tømd.

Var áarføri, vórðu teir tilkallaðir at fyribyrgja, at nakar skaði hendi.

Alt varð gjørt við handamakt.

Tey, sum minnast sekstriárini minnast eisini øgiligu upptøkuna, gøtusópararnir høvdu eftir høgtíðir.

Vit minnast ólavsøkurnar, tá tað fleyt í brotnum fløskum, turrfiskaskræðu, plastikkcowboyhattum og seyðarhøvdaskøltum.

Hetta er tíbetur ein farin tíð.

Mannarættindastríðsmaðurin Martin Luther King segði einaferð, at “fellir tað tær í lut at vera gøtusópari, eigur tú at sópa, sum Michaelangelo málaði, sum Beethoven skapti tónleik og sum Shakespeare skrivaði sínar yrkingar.”

Tað snýr seg um sjálvsálit og um at hava virðing fyri egnum arbeiði og at gera sítt arbeiði til fulnar.

Og fyri øll okkum onnur snýr tað seg um at síggja og fata, at her er talan um eitt týdningarmikið yrki, ongin av okkum kann liva fyriuttan.

Gøturnar hetjur í dag er manningin hjá Reinhaldinum.

Tað er tann manningin, ið hvønn dag ger býin presentablan, sum hvønn dag ger, at vit vakna upp til eina reina og deiliga Havn gerandis og heilagt.

Og serliga, nú tjóðarhátíðin verður hildin í høvuðsstaðnum, kunnu vit kenna okkum fullvís í, at tá vit fara út í býin ólavsøkumorgun, so eru gøtur, gonguteigar og uppihaldsøki fullkomiliga avblást.

Havnin skínur.

Gøtusóparamyndin er ein ætlan hjá starvsfólkum hjá kommununi, sum hava gjørt hugskotið, staðið modell og teknað, meðan Skipasmiðjan MEST hevur skorið gøtusóparan úr cortenstáli. Jann Kann hevur sett upp.

Gøtusóparin er ein gáva frá Havnar Arbeiðarafelag, sum á henda hátt vil minnast okkara gomlu og verandi gøtusóparar, varðveita søguna og samstundis heiðra okkara vala liði í Reinhaldinum.

Og tí var onki meira nátúrligt enn at seta gøtusóparan her uttan fyri dyrnar til teirra gomlu arbeiðshøli í ráðhúskjallaranum.

Eg fari vegna býin at takka fyri gávuna og eg fegnist um, at vit á henda hátt varðveita ein týdningarmiklan part av okkara býarsøgu.

Hjartans tøkk fyri – eg vóni at fólk fegnast um gávuna, og at gøtusóparin verður ein nátúrligur partur av umhvørvinum her á Vaglinum.

Hervið verður gøtusóparin avdúkaður.

Heðin Mortensen

borgarstjóri