Golden League: Niðurlond skelkaðu Noreg

Niðurlendingar vunnu á Noregi í Tróndheimi

Mynd: Nederland Handbal

Tað gjørdist ikki Noreg, men Niðurlond sum endaðu næstfremst í Golden League kappingini, ið Føroyar eisini hava tikið lut í.

 

Frammanfyri heimafjøldini í Spektrum høllini í Tróndheimi eydnaðist tað ikki norsku stórfavorittunum at vinna á Niðurlondum í seinasta dystinum í kappingini.

 

Niðurlond vunnu 37-33 á Noregi. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.

 

Niels Versteijnen var toppskjútti hjá Niðurlondum við 10 málum. Dani Baijens skoraði sjey mál. Tobias S. Grøndahl var toppskjútti hjá Noregi við 11 málum. Sander Sagosen skoraði seks mál.

 

Danmark vann kappingina við seks stigum, og Niðurlond endaðu næstfremst við fýra stigum. Noreg endaði á tveimum stigum, og Føroyar endaðu aftast við ongum stigi, men við nógvum royndum ríkari. 

 

Mynd: Nederland Handbal