Upprunin
Vit skulu heilt aftur til umleið ár 1400 at finna tær fyrstu skriftligu ábendingarnar um eitt spæl, sum kallast golf. Tað var soleiðis, at nakrir fáir ríkmenn áttu so at siga alla jørðina í Skot-landi. Tað sigst, at summir áttu somikið, at teir kundu ganga á egnari jørð heilt frá vesturstrondini yvir til eysturstrondina. Meðan hesir ríkmenn vóru sera múgvandi, var fólkið sum so sera fátækt. Øll arbeiddu hjá jarðar- og góðseigarunum og sera stór misnøgd valdaði millum manna. So til tess at forða fyri, at tað bleiv uppreistur, funnu góðseigararnir uppá at geva tað kørgu jørðina burtur til bygdasam-feløgini. Henda jørðin, sum kallaðis Links land, hevði lítlan og ongan týdning til landbúðna, lá út móti sjónum, var sandut og kørg í allar mátar. Tað var av-markað, hvussu nógvan seyð, ið jørðin bar, og har uddi av kaninum. Tá á døgum var vanligt at seyðamenn vóru hjá kríatúrunum allan sólarringin, og til tess at stytta sær stundir, fingu teir til fragd at royna at sláa seyða-sparlini við seyðastavinum og royna ar fáa tey niður í kaninholurnar. Seyðamenninir úr teimum ymisku hagapørtunum byrjaðu at kappast sínamillum, og frá at brúka seyðastavin, sparl og kaninholur, byrjaði ein menn-ing innan spælið til tað vit kenna í dag.
Reglugerðir
Teir fyrstu reglugerðirnar, sum søgdu frá, hvussu spælast skuldi, finnast heilt aftur til 1744. Menn í Edinburgh, " the Honourable Company of Edinburgh Golfers ", komu við teimun fyrstu spælireglunum, meðan golfarar frá St. Andrews nakað seinni komu við teimum reglum, sum eru grundarlagið fyri golfspælinum enn tann dag í dag.
Menningin av golfspælinum tók verunliga dik á seg við ídnaðarkolveltingini. Serliga tá menninir fluttu av bygdunum inn í býirnar at arbeiða. Arbeiðs- og bústaðarviðurskiftini vóru sera vánalig, og tað bleiv arbeitt langar dagar - 6 dagar um vikuna. Sunnudag var tó frídagur, har farast kundi í kirkju. Áðrenn og aftaná kirkjugongd var vanligt at menn hittust til at spæla golf, og hava vit mong dømi um golfbreytir, sum liggja rundar um, har kirkjurnar vóru. Og myndugleikarnir sóu, hvussu stóran týdning golfspælið um sunnu-dagarnar hevði á ofta vánaligu heilsuna hjá fólki, og gjørdu av at byggja " Public Courses ", har ein og hvør kundi íðka spælið. Og frá at verða eitt spæl, sum fór fram rundan um kirkjurnar í býunum og úti á Links land við strendurnar, komu tað so við og við fleiri og fleiri golfbreytir, eisini inni í landinum, har hóskandi var at leggja eina breyt.
Golf sum heilsuítróttur
Menningin av ferðamøguleikunum við jarnbreytum spældi eisini ein týðandi leiklut.
Meðan golf var so at siga tjóðarítrótturin hjá skotum úr øllum stættum, var tað tað betra slagið sunnanfyri markið til Onglands, sum fór undir at spæla golf. Hetta kom av tí, at skotskir handilsmenn fóru við sínum vørum suður um markið, og komu í samband einamest við aðrar handilsmenn har. Tað vil siga, at tað var henda stættin, sum fyrst og fremst tók golfspælið til sín. Haðani hevur spælið fingið eitt slagt stempul sum eitt " snobb spæl ", men hevur sum sagt onki snobb yvir sær frá sínum uppruna, tvørturímóti ráddu skotsku myndugleikarnir fólki til at fara og spæla golf til tess at fáa betri heilsu.
Í dag verður golf roknað sum tann ítróttargreinin, sum flest tilkomin fólk íðka til tess at fáa likamliga venjing. Tú hittir eisini vinir og kenningar, so tað sosiala hevur sín stóra týdning. Tær nýtist heldur ikki at samla ein heilan hóp av fólki, um tú fært hug at fara at spæla golf. Væl ber til at spæla einsamallur ella ein kann velja upp til 3 viðleikarar.
Úr øðrum londum hava tey eisini sera góðar royndir við at lata atferðartrupul børn og ung venja og spæla golf. Her hevur tú greiðar reglar at spæla eftir, og er tú noyddur at halda teg til reglarnar, annars ber ikki til at spæla.
Golf kemur út í heim
Sum kunnugt hevði Ongland nógv hjálond, og til tess at umsita hjálondini, vóru tað ofta skotar, sum vóru væl skúlaðir, sum blivu sendir út í stóru verð sum administratorar hjá bretska imperiinum. Og teir tóku sjálvsagt sína mentan og vanar við sær. Millum annað golfspælið. Og soleiðis bleiv golf ein hin mest týdningarmikla ítróttargreinin um allan heimin. Í fyrst-uni einamest fyri manfólk, men skjótt komu kvinnurnar við, og í dag eru svenskar kvinnur roknaðar sum heimsins bestu við Anniku Sorenstam á odda. Av mannligu golfspælarum er óivað Tiger Woods hin best kendi, hesin úrmælingurin, sum er heimsins hægst lønti ítróttarmaður.
Eisini í okkara grannalondum hevur golfítróttin tikið dik á seg. Longu í 1920´unum bygdu íslendingar sína fyrstu breyt í Vestmannaoyggjunum. Í dag eru umleið 60 breytir í Íslandi, sum er tað land í verðini, sum hevur flestar breytir pr. íbúgva. Ný Sæland kemur sum nr. 2 og Skotland er nr.3. Í Danmark eru tað í dag einir 150 breytir, men tað eru fleiri í gerð, so um fá ár rokna danir við at hava einar 200 breytir. Golf er tann skjótast veksandi ítróttargreinin í heiminum í dag. Rokna verður við, at umleið 50 milliónir fólk í heiminum spæla golf regluliga.
Hvat er tað so sum ger, at golf er blivið so væl umtókt, sum tað er. Fyri tað fyrsta er tað spennandi at royna at fáa bóltin haðar ein vil. Tað er ein hin besti háttur at stressa av uppá. Tú kanst spæla einsamallur, men mest vanliga spæla 2-4 fólk saman. Við einari sokallaðari handikapskipan ber til hjá tí minni dugnaliga at spæla ímóti sjálvt tí besta spælaranum. Øll hava ráð at fara undir spælið.
Golfbreytin
Ein golfbreyt er sett saman av sokallaðum par 3, 4 og 5 holum. Og ein full breyt er sum nevnt 18 hol. Tað merkir, at ein sera góður spælari klárar at fáa bóltin frá start til holið uppá ávikasvíst 3, 4 ella 5 sløg. Tá tú so brúkar fleiri enn hesi sløg, so er títt handikapp tað talið av sløgum, tú nýtir útyvir par á allari breytini. Vanliga er ein breyt tilsamans par 72 fyri menn og 70 fyri kvinnur. Um tú sum kvinna, ávíkavist maður nýtir 100 sløg tilsamans til hesi 18 holini á hesi breytini, spælir tú til handikapp 100 ? 70 ella 72. tvs. 30 (kvinna) ella 28 (maður).
Amboð
Hvussu er so spælið samansett. Hvørt hol, breyt er samansett av einum staði sum tú byrjar frá. Tað eitur tee-stað. Ávegis til holið spælir tú á einari Fairway. Tá tú er beint við holið ert tú staddur á green. Har er tað holið, sum bólturin skal í, og tú "puttar" bóltin í holið.
Tú spælir við upp til 14 ymsum golfjørnum, sum eru eyðkend við, at tað eru ymiskir vinklar, sum so aftur gera, at tú slær longri við ávísum jørnum enn við øðrum. Og tað er longdin á tí einkulta slagnum, saman við rættninginum, sum avgera, hvussu tað hepnast hjá tær.
Og so er tað ikki so kostnaðarmikið at koma í gongd. Ein kann fáa fatur á byrjunarsettum fyri millum 1.000 og 2.000 krónur. Sjálvandi ber eisini til at keypa "merkivørur" innan golf fyri ein hægri prís.
Golf í Føroyum
Hin 3.juli 1989 varð hildin stovnandi aðalfundur í Tórshavnar Golfklubba. Við góðari vælvild frá Hanusi Vang, bónda á Hoyvíksgarði, fingu limirnir loyvi at nýta partar av bønum á Vatnaskørðum at íðka hesa ítróttargrein. Har bar til at skipa fyri at spæla 9 hol. Tvs., at um kappingar eru, ber til at ganga tvær ferðir, íalt 18 hol. Tórshavnar golfklubbi heldur enn til á Vatnaskørðum, har tíanverri ikki ber til at spæla í besti tíð um summarið, vegna tess, at græsið og bøurin má fáa frið hesa tíðina. Klubburin hevur 150 limir í dag, men vantandi kunnu nakrir fleiri limir sleppa framat í verandi støðu.
Ætlanin er at fara í gongd at byggja eina golfbreyt við 18 holum í høvuðsstaðarøkinum. Tá verður mett at einir 500 ? 700 limir fara at verða í klubbanum, tí sum áður nevnt, er hetta ein ítróttargrein, sum kann íðkast, uttan aldursmark.
Og ongun nýtist at blíva bangin fyri, at jørðin ella hagin, sum verður brúkt til seyðabeiti, nýtist at gerast golfbreyt burturav. Tað er onki í vegin fyri at seyður og golf kunnu vera á sama øki. Bert er tað tann munur á, at aftaná at ein golfbreyt er gjørd, er nógv meira hjá seyðinum at eta.
Eitt annað, sum er av stórum týdningi, er, at ein breyt ikki skemmir landslagið. Tí verða breytirnar bygdar, soleiðis, at tær brúka landslagið. Tað verða ongi varandi sár í náttúruni. Til síðst og ikki minst er tað ein skilagóð loysn at byggja breytinar upp á einum vistfrøðiligum grundarlagi.
Upplýsningar um golf í Føroyum eru at finna á www.golf.fo
Golf sum vinnuvegur
Vanliga verður sagt, at ein golf ferðamaður leggur 3 ? 4 ferðir so nógv eftir seg, sum vanlig ferðafólk gera. Grannalond okkara vinna væl av peningi av hesi greinini av ferðavinnuni, so hví skuldu vit her á landi ikki eisini kunna gjørt tað. Feskastu tølini úr Skotlandi siga, at bruttoumstningurin, sum stavar beinleiðis og óbeinleiðis frá golfvinnuni har er uppá 7 milliardir pund sterling, svarandi til útvið 80 milliardir føroyskar krónur.
Teir eru nú einaferð " the home of golf " og eru tað í Skotlandi uml 550 golfbreytir.
Men alt hevur sína byrjan. Og so kann eisini verða her hjá okkum.Uppskot
mítt skal verða, at vit ikki bert fara undir ta einu golfbreytini í høvuðsstaðarøkinium, men at vit eisini t.d. byggja eina í Norðoyggjum, eina í Eysturoynni, eina í Vágum, eina á Sandoynni og eina í Suðuroy. 18 hols breyt í høvuðsstaðarøkinum og 9 hol at byrja við uttanfyri, tí við neyðugum plássi til at víðka til 18 hols breyt. Tá kunnu vit eisni bjóða tí vaksandi parti av ferðafólki, sum íðkar henda ítrótt, eina aktiva feriu og eina uppliving afturat øllum hinum, sum vit hava at bjóða.
?
Golf í tølum
Spælt verður við einum bólti, sum í mesta lagi kann verða 42,67 mm í diametur.
Bólturin kann í mesta lagi viga 45,93 gram.
Eitt fult spæl er 18 hol. Tvs. um tað bert eru 9 hol, so verður gingið tvær rundir
Endamálið er at sláa bóltin, soleiðis, at hann at enda fer í eitt hol, sum er 108 mm í diametur
Tað verða brúkt "jørn" at sláa bóltin við. Loyvt er at hava 14 jørn við sær út á breytina.
Tær einkultu breytirnar á 18 hols golfbreytini eru vanliga millum 100 og 500 metrar langar.
Tað tekur einar 3-4 tímar at spæla 18 hol
Tá hevur ein spælari gingið einar 10 kilometrar
Øll fólk í øllum aldursbólkum kunnu læra at spæla golf
Í Føroyum finnst ein breyt, sum liggur á bønum hjá bóndanum á Vatnaskørðum í Tórshavn.
???
Hví hevur golfbreytin 18 hol?
Hóast tað ikki er vísindaliga prógva, at so er, so verður sagt frá, hví tað júst gjørdist 18 hol á einari golfbreyt. Tá teir gomlu skotarnir byrjaðu at spæla, var tað rættiliga tilvildarligt, hvussu nógv hol, ið vóru á breytini. Men onkuntíð kom tað fyri, at menn høvdu ynglingsdrikk sín, whiskey, við í sjáttuni, meðan spælt varð. Um teir so vóru 4 í tali, bleiv tað til ein lítlan ráka fyri hvørt holið, men varð fløskan tømd, tá 18 nda holið var spælt. Hervið var longdin á breytini ásett.