Gomul handverkslist í føroyska ogn

Við stuðli úr Mentamálastýrinum er tað eydnast Føroya Fornminnissavni ognað sær eitt sjáldsamt savn við gomlum føroyskum knívum. Flestu knívarnir eru savnaðir av donskum knívasavnara fyri fyrra veraldarbardaga.

Hann keypti teir frá dønum, sum høvdu verið í Føroyum og fingið ella keypt sær teir sum minnisgávur, tá ið teir fóru heimaftur.

Seinni hevur annar knívasavnari keypt savn hansara og fullfíggjað tað.
Fyri 25 árum síðani seldi hann Føroya Fornminnissavni ein part av savni sínum, og nú hevur hann selt tí restina, tilsamans 31 gripir, fyri kr. 200.000. Hetta verður mett at vera bíligt í mun til, hvat savnið hevði kostað á uppboðssølu á altjóða marknaðinum. Knívarnir, sum teir flestu eru skreytknívar, umboða bæði fornt føroyskt knívasmíð og tað serliga fína listhandverkið, sum mentist í aðru helvt av 19. øld og fyrst í 20. øld. Í 18. øld gingu bæði maður og kvinna við knívi.

Kendastur av teimum føroysku knívunum er grindaknívurin. Hann var upprunaliga ein vanligur knívur, men við longri blaði, sum var hóskiligt í grindadrápi. Skefti og slíðrar vóru einføld og lítið pyntað, og knívurin varð borin um miðjuna í tólvtáttabandi. Minni kendir nú eru teir vanligu knívarnir, serliga konufólkaknívarnir. Í savninum eru eisini dømi um hesar.

Tað var eitt serligt kynstur at smíða eggjørn. Á summum knívum sæst, at smiðirnir settu einfalt búmerki undir bakkan á blaðnum. Sagt er, at tað var ein liður í smíðitilgongdini. Merkið skuldi tryggja, at herðingin av eggjarninum eydnaðist. Hátturin at merkja sigur eisini frá, hvør smiðurin var. Eitt nú bera 4 smáir prikkar, ið mynda rútara, boð um, at smiðirnir við Gjónna við Leynavatn hava smíðað. Tríggjar opnar klingrur á rað siga frá, at Dánjal Didriksen á Hvítanesi hevur smíðað, og tríggir smáir krossar, at Jákup Poulsen á Hvítanesi hevur smíðað. Hesir smiðir vóru allir ættaðir av Miðgerði í Kollafirði.

Viðhvørt hendir tað, at fólk við serligum listarligum evnum finna uppá okkurt, sum onnur taka eftir. Tílík evnir hevði Jacob Zacharias Andrasson (1819 ? 1868) á Argjum. Hann fann uppá ein hátt at gera knívar, sum aðrir síðani tóku upp og sum gjørdi, at føroyskir grindaknívar gjørdust satt listhandverk. Tað nýggja í hansara knívum var, at skefti og slíðrar vórðu gjørdi av ediligum træsløgum sum mahogni og ibenholt, har mynstur úr kopari, messing, beini, perlumóðir og silvuri vóru innløgd, millum annað við myndevnum úr spælikortum, naturalistiskum formum og geometri. Sum frá leið vórðu myndevnini serliga tikin úr grindadrápinum, t.v.s. úr amboðunum til tað, og so hvalinum og bátinum.

Tað er tó serliga bróðursonur hansara, Peter Arge (1860 ? 1920), sum er kendur fyri hetta slagið av handverkslist. Knívasmíð hansara fall saman við tí tjóðskaparligu vekingini í Føroyum. Saman við høgtíðsbúnanum gjørdust knívarnir, sum hann gjørdi, og mynstrini í teimum, ítøkiligar ímyndir um føroyskan samleika, serliga hvalurin og báturin.
Síðani hava eisini fleiri smiðir tikið táttin upp, m.a. Tummas Thomsen í Sandvík og Ludvig Blåsvær í Havn.

Føroya Fornminnissavn er sera fegið um, at tað er eydnast Landinum at ogna sær hesar mentanarsøguligu dýrgripir.

Knívarnir hava verið sýndir fram í framsýningarhølum Føroya Fornminnissavns í Brekkutúni síðani seinasta summar. Í løtuni er framsýningin tó afturlatin vegna umvælingar. Vit lata upp aftur um miðjan mai.