Gomul og dement situr púra einsamøll

Eg hevði verið blakað í geglið, um mannarættardómstólurin í Haag sá, hvussu mamma mín livir, sigur 68 ára gomul kona, sum ikki er før at geva mammu síni ta hjálp, henni tørvar. Og hjá tí almenna, sum tosar um paradísvisiónir fyri eldri, er ongin hjálp at heinta

68 ára gamla Erla Maria Simonsen á Signabø hevur í longri tíð stríðst við at fáa sømiliga hjálp til 85 ára gomlu mammu sína men til fánýtis. Mamman býr einsamøll í egnum húsum í Havn. Hon er dement og óhjálpin, og lív hennara er ein blandingur av ræðuligum sjónum og manglandi aktivering. Erla Maria Simonsen og systur hennara eru pensioneraðar og orka ikki at veita mammuni ta hjálp, henni tørvar.

At vera gamal skal vera eitt paradís lív. Hetta er grundtankin í sokallaða Eden Alternativinum. Maðurin aftan fyri hugtakið hevur júst verið í Føroyum og hildið fyrilestrar fyri teimum, sum varða av eldraøkinum.

Landstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum segði seg vera hugtiknan av royndunum at gera lívið hjá teimum eldru meira livandi og spennandi. Men hóast orðini eru føgur, mugu vit nokk staðfesta, at fyri nakrar føroyingar eru ellisárini langt frá nakað paradís.

Dagligi veruleikin hjá mammu Erlu Mariu Simonsen er so langt frá Eden, ein kann koma. Í sínum desperata neyðarrópi brúkar dóttirin heldur orð sum fongsul, konsentratiónslega, vanrøkt og livandi deyði.

- Mamma er hundrað prosent dement, býr púra einsamøll, og hevur stórar sálarligar trupulleikar av tí. Hon stríðist við óhugnaligar sjónir, har hon sær son sín, sum er deyður, verða dripnan. Onkuntíð sær hon hann verða stungnan niður, aðrar tíðir skornan á háls ella skornan í túsund pettir.

- Og fyri henni er hetta hvørja ferð ein ræðuligur veruleiki. Hon krógvar seg eisini undir dýnuni, tí hon sær risastórar hundar og eiturkoppar í húsunum.

Mamman hevur í meir enn eitt ár staðið á akutta listanum hjá Tórshavnar Kommunu. Men dóttirin hevur mist vónina um at fáa nakra hjálp. Sjálvt um listin kallast akuttur, veit hon ikki, um hon fær pláss um mánaðir ella ár.


Vanrøkt og vanvirðing

Erla Maria Simonsen sigur erliga, at um mannarættardómstólurin í Haag sá, hvussu mamma hennara livdi, hevði hon sum dóttir verið blakað í gegli.

- Mammusa lív er ikki eitt lív. Men hon vil ikki hjálpast. Hon er aktiv og viljasterk, og hon er nokk mest ómøgulig ímóti okkum nærmastu. Vit klára ikki at hjálpa henni. Og hjá tí almenna møta vit bara læstar dyr.

Fyri einum mánað síðan sendi kommunulæknin hana á statshospitalið, tí hann metti tað vera tað einasta rætta. Men hon varð avvíst, tí hon var “bara” dement.

- Hon fekk døgurða og var so send heimaftur. Kommunulæknin royndi, men hann hevur ikki endaligu avgerðina.

Dóttirin er sera hørm um ta viðferð, mamma hennara fekk á sjúkrahúsinum.

- Feskur fiskur hevði verið betri viðfarin enn hon, tí tey skuldu nokk syrgt fyri, at hann ikki rotnaði.

Í nøkur ár hevur mamma Erlu Mariu Simonsen havt heimahjálp, og dóttirin sigur, at heimahjálpirnar eru fittar og hugnaligar at snakka við, men tað er tíverri ikki nokk.

- Nærverkið hevur sagt, at um vit sleppa 100 prosent, so lofta tey 100 prosent. Men eg dugi ikki at síggja, hvussu hetta letur seg gera. Í dag koma heimahjálpirnar við døgurða og tablettum, og aðru hvørja viku gera tær reint.

- Mamma er mest aktiv um náttina, og tá er hon púra einsamøll. Vit orka ikki at vera hjá henni, og Nærverkið bjóðar onga náttarhjálp. Eg havi ræðuliga ringa samvitsku, men eg veit ikki, hvat eg skal gera. Mamma er so tung, at hóast vit vóru frískar, høvdu vit neyvan megna uppgávuna, sigur Erla Maria Simonsen.

- Eg havi ringt til ellisheim kring allar Føroyar, men har er ongin vón. Kommunlæknin hevur roynt at hjálpt okkum, tað nyttaði heldur onki. Tað kennist, sum øll ljós eru sløkt. Ongin fær hjálpt mammu, sigur hon syrgin


Neyðarróp

Mamma Erlu Mariu Simonsen er sum sagt dement. Hon tosar um at sleppa heim, hóast hon er inni hjá sær sjálvari. Hon biður dóttrina hjálpa sær yvir um vegin mitt inni í stovuni, og hon  hevur eina ósjónliga kettu. Um náttina hevur hon óteljandi deyð fólk á vitjan.

- Í smá sekund er hon klár, og tá sigur hon viðhvørt: Eg veit, at eg eri heima, og eg veit, at eg eri ikki heima. Og tað er ræðuligt at hava tað so.

Erla Maria Simonsen sigur, at, um hon tordi, hevði hon stilla seg mitt á Tinghúsvøllin og skríggja, so kroysta kennir hon seg.

- Hetta er mítt neyðarróp. Tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst, at mamma livur, sum hon ger. Hon situr sum fangi í egnum húsi. Og hennara lív er ikki virðiligari enn tað hjá fangum í konsentratiónslegum, sigur desperata dóttirin um mammu sína, sum fyrr var ein glað, kreativ kvinna, sum arbeiddi á telefonverki, spældi bridge saman við vinum og seymaði lekkur klæði til sín og onnur.

- Mamma var eitt lívsstykki, ongin gjørdi mat sum hon, og ongin dugdi so væl at pynta seg sum hon. Hon hevði eitt gott lív.

Í dag situr gamla konan einsamøll í húsum sínum í Havn. Meðan fólk tuska til arbeiðis ella til fyrilestrar um vøkur Eden ellisár, situr hon í stovu sínari við eini ósjónligari kettu, yvirvaksnum eiturkoppum og deyðum vinum. Hon sær son sín verða dripnan og vónar, at onkur skal koma og leiða hana heim