Gongur einki hjá Frem

Fýra dystir og eitt stig. Tað er kaldi veruleikin hjá danska 1. Deildarliðnum Frem, har Jón Rói Jacobsen og Atli Danielsen eru millum spælararnar. Í dag spældi Frem ímóti Skive á heimavølli, og tað endaði við 4-1 tapi. Bæði Jón Rói og Atli spældu allan dystin. Í hálvleikinum var støðan 1-1, men í seinna hálvleiki gekk heilt galið hjá Frem.