Tað gongur framá hjá Jákupi Petur Eliassen og hinum, sum í dag ætla sær at súkkla 42 ferðir frá Auto Service niðan á Kleynisvarða.
Tiltakið, sum hevur fingið heitið "Everesting", gongur út upp á at súkkla hæddina á Everest fjallinum, og Jákup Petur Eliassen hevur valt sær teinin millum Auto Service og Kleynisvarða til endamálið.
Neyðugt er at súkkla teinin 42 ferðir, skalt tú súkkla eins langt niðan eftir og Everest er høgt, og tá vit vóru framvið við myndatólinum høvdu Jákup Petur Eliassen og aðrir súkklað teinin 18 ferðir.
Teinurin er annars um tríggjar kilometrar til longdar, so tá avtornar, hava súkklararnir súkklað um 252 kilometrar - 126 kilometrar niðan og 126 oman.
Fleiri súkklarar eru á vegnum, og sum skilst eru tveir aðrir, Ken og Súni, ið ætla sær at súkkla allan teinin. Hinir súkklararnir hava sett sær onnur mál.
Súkklararnir fóru í gongd klokkan 05 í morgun, og væntandi verður súkklað fyri 42. ferð millum klokkan 20 og 22 í kvøld.
Tað gongur ikki so skjótt at súkkla teinin niðan eftir, og møðin er so smátt farin at síggjast á súkklarunum, men omaneftir gongur við rúkandi ferð - um 80 kilometrar um tíman.
Við byrjanarstaðið uttan fyri Auto Service, sum í hesum sambandi verður kallað Basecamp, er gjørt klárt til at hjálpa súkklarunum. Máttur liggja á vegnum, so súkklararnir hava møguleika at strekkja út, tað ber eisini til hjá teimum at skifta klæðir, gerast tey ov vát, og borðreitt er við ymiskum til matna, tí teir skulu hava um 700 kaloriur um tíman.
Alt, sum Jákup Petur Eliassen etur, verður skrásett, soleiðis at onnur kunnu halda eyga við, um hann fær neyðugu kaloriurnar.
Tað er Jákup Petur Eliassen sjálvur, sum er komin við hugskotinum at súkkla Everest teinin. Orsøkin er, at orsakað av koronufarsóttini hevur Jákup Petur Eliassen mist tríggjar kappingar uttanlands, og hetta er sostatt ein máti at bjóða sær sjálvum av á annan hátt.
Nógv fólk hava í morgun lagt sær leiðina fram við Auto Service at hyggja at og stuðla súkklarunum, og fyriskipararnir vænta, at enn fleiri fólk fara at koma framvið seinni, tá Signar í Homrum fer at spæla.
Sí myndir frá súkklarunum í okkara myndasavni.