Tað er ómetaliga kostnaðarmikið at stika framvið landsvegnum, soleiðis at seyður ikki sleppur á vegin.
Tað ásannar Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Hilbert Elisson, sum hevur havt sæti á tingi sum varamaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt landsstýrismannin, nær tað er væntandi, at stikað verður framvið landsvegnum ímillum Vestmanna og Kollafjørð, so at seyður ikki sleppur á vegin.
Hendrik Old sigur, at í hasum økinum er stik sett upp framvið nøkrum vegastrekkjum, eitt nú framvið landsvegnum fram við vatninum í Vágum og tað er eisini stikað frá Leynatunlinum til Leynar.
- Tað er kostnaðarmikið at fáa vegir seyðafríðar, tí tað skal stikast báðu megin vegin, samstundis sum at rulluportur og undirføringar skulu gerast.
Tí raðfestur Landsverk høvuðsvegirnar fremst, og serliga teir høvuðsvegir, har flest óhapp orsakað av seyði eru skrásett.
Og har á leiðini, Hilbert Elisson spyr um, fer Landsverk fyrst og fremst at stika framvið vegnum ímillum Effostøðina í Kollafirði og Leynatunnilin.
Leysliga mett kostar tað 2,5 milliónir at fáa vegin frá rundkoyringini í Kollafirði til rundkoyringina við Vágatunnilin seyðafríðan, treytað av at Kollafjørður verður vetrarfriðað.
Strekkið frá rundkoyringini við Vágatunnilin til rulluportrið oman fyri Kvívík, kostar eisini einar 2,5 milliónir at fáa seyðafrítt, og tað er somuleiðis treytað av, at Leynar verður vetrarfriðað. Og at enda kostar strekkið úr Kvívík til Vestmanna einar fýra milliónir krónur at fáa seyðafrítt.
Hendrik Old sigur, at av tí, at tað er so dýrt, er tað fyrst og fremst ein spurningur um játtan, nær arbeiðið kann fremjast.
Hann leggur afturat, at ongin serstøk játtan hevur verið til at stika framvið landsvegi í ár. Hinvegin var ætlanin at brúka ein part av játtanini til trygdartiltøk til at stika ímillum Kollafjørð og Leynatunnilin í ár, men tað miseydnaðist. Afturfyri er ætlanin at seta penng av næsta ár til endamálið.