Gongur trekt

Nú fleiri samráðingarfundir hava verið millum fiskimenn og reiðarar, er tað framvegis oljan, sum eins og í byrjanini skilir partarnar so nógv, at smá útlit eru fyri semju

SAMRÁÐINGAR

Alt bendir á, at rættiliga trupult er at vinna undir land við samráðingunum um nýggjan sáttmála millum reiðarar og fiskimenn.
Nøkur viðurskifti eru fingin upp á pláss, men hvørja ferð oljan kemur upp at venda, dregur sundur millum partarnar, sum framvegis standa langt frá hvørjum øðrum í spurninginum um luttøku.
Reiðarafelagið hevur eftir øllum at døma sett sær fyri, at nú skal oljan takast við og vísir til eitt protokollát um luttøku í oljuútreiðslum, sum áður er skrivað millum partarnar.
Talan er um tilsamans átta skipabólkar, ið samráðst verður um, og av hesum luttaka manningarnar í tveimum teirra í oljuútreiðslunum. Hetta er í bólkunum fyri línuskipini og flakatrolararnar.
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, hevur sagt, at kemur spurningurin um oljuna ikki upp á pláss, verður neyvan nakar sáttmáli.
Áðurnevnda protokollát bygdi á, at fór oljan upp um 2,90 krónur fyri liturin, skuldi – sum Viberg Sørensen tekur til – slóðast fyri, at manningin kundi verða við til at gjalda fyri oljuna.
- Nú bunkringarprísurin táttar í 4 krónur fyri liturin, vilja vit, at hesin spurningur verður loystur í samráðingunum, sigur Viberg Sørensen.
Tað eru eisini onnur viðurskifti, sum reiðarafelagið og manningarfeløgini dragast við undir hesum samráðingum, og í løtuni eru smá útlit til nakra semju millum partarnar, nú so stór ósemja er um luttøku í oljuútreiðslunum.