Gongur væl at manna størv á Strandferðsluni

Trý fólk eru sett og trý afturat verða sett í næstum og tey eru øll suðuroyingar

Tá ið tað varð avgjørt at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar, førdi tað til fleiri uppsagnir á stovninum, tí starvsfólk vilja ikki flyta við.
Síðani hava lýsingar eftir starvsfólki til Strandferðsluna javnan verið at sæð í føroyskum fjølmiðlum.
Men tað gongur væl at manna størvini aftur.
Og beint fyri páskir vóru tvey bæði fyrstu størvini sett av nýggjum. Og tað vóru tveir suðuroyingar, sum fingu álitið. Og teir eru báðir úr Hvalba.
Rógvi Thomsen í Hvalba er settur í starv sum nýggjur roknskaparmaður og “kontrollari” og Eyðfinn Debes er settur í starv sum nýggjur lønarumsitari.
Rógvi Thomsen er 33 ára gamal og útbúgvin úr peningastovni.
Eyðfinn Debes er 35 ára gamal og býr í Danmark, har hann er útbúgvin á skattmálaráðnum í Danmark, har hann enn arbeiðir.
Eftir ætlan skulu teir báðir byrja í nýggja starvinum 1. mai.
Harafturat er 44 ára gamli, Conrad Gaard Joensen, í Vági settur í starv sum nýggjur skipainspektørur og hann byrjar í starvinum 1. juni.
Hann er maskinmeistari og hevur fleiri ára royndir sum maskinstjóri og hevur verið meistari á Danyard skipasmiðjuni í Danmark
Teir skulu byrja á høvuðssætinum í Havn, men 1. januar flyta teir við suður.
Teir skulu sostatt vera við til at leggja lunnar undir at fáa stovnin at virka væl í Suðuroy og tí skulu teir arbeiða á stovninum í Havn ta fyrstu tíðina, har teir skulu venjast at arbeiða á einum stovni sum Strandferðsluni.
Annars hava trý størv afturat verið lýst leys. Tað eru størvini sum skrivstovufólki til samferðsludeildina, einum skuldarrøktara og einum leiðsluskrivara.
Øll hesi størvini eru lýst leys tvær ferðir, tí ov fáir umsøkjarar vóru. Fyrru ferð vóru bara ein og tvær umsóknir til hvørt starvið, men nú hevur Strandferðslan fýra og fimm umsóknir at velja ímillum til hvørt starvið.
Tó hava tveir umsøkjarar søkt tvey størv og sostatt hevur Strandferðslan 11 fólk at velja ímillum til tey trý størvini, og umsøkjararnir eru javnt býttir ímillum øll trý størvini.
Páll Heinesen, starvsfólkaleiðari á Strandferðsluni, sigur, at umsøkjarar eru skikkaðir, so nú verða størvini sett við onkrum av umsøkjarunum. Miðað verður eftir, at tey skulu byrja 1. juni
Hann váttar eisini, at allir umsøkjarar búgva í Suðuroy.
Sostatt verða øll tey seks nýggju størvini higartil mannað við suðuroyingum.
Higartil eru tað hesi seks fólkini, sum hava sagt upp á Strandferðsluni, síðani tað varð avgjørt at flyta stovnin til Suðuroyar. Nú eru so trý teirra sett aftur og hini trý verða sett um stutta tíð.