Tað hevur gingist stak væl seinastu dagarnar hjá hálva føroyinginum í Danmark, Stefan Djurhuus, sum súkklar við Team Almeborg-Bornholm. 25 ára ára gamli Stefan, sum hevur hevur føroyska mammu, luttekur í hesum døgum í kappingum í Danmark, har tað eru sokallað UCI-stig upp á spæl.
Fríggjadagin varð kappast í Viborg. Fleiri útlendskir súkklarar eru við í kappingini, og tað vóru eisini teir, sum struku avstað við fremstu plássunum. Stefan kundi tó erpa sær av, at hann við einum 12. plássi var besti maður á sínum liði henda dagin.
Enn betur gekst hjá Stefani í gjár, tá ið hann endaði sum nummar átta í eini kapping í Skive. Aftur hesaferð vóru útlendingarnir bestir, men við áttanda plássinum var Stefan næstbesti súkklarin á teimum donsku liðunum handa dagin.
Facebook-síðan hjá Team Almeborg-Bornholm skrivar, at næsta kapping hjá liðnum verður í Uppsala í Svøríki leygardagin.