Goodyear í meira enn 100 ár

FAKTA UM GOODYEAR: Fyritøkuna »The Goodyear Tire and Rubber Company« stovnaðu brøðurnir Frank og Charles Seiberling í 1898

Hetta var júst um tað mundið, tá bilarnir gjørdust vanlig sjon á amerikonsku vegunum ? og teir satsaðu upp á henda nýggja og vaksandi marknaðin. Tað var tann 29. august í 1898, at verksmiðjan formliga varð sett á stovn, og varð hon nevnd eftir pionerinum innan gummiframleiðslu, Charles Goodyear. Framleiðslan fór í gongd tann 21. november sama ár. Hetta hendi 38 ár eftir deyða Charles Goodyear, ið uppfann vulkaniseringina, og alt lívið var hann sera hugtikin av øllum, ið hevði við gummi at gera. Goodyear fyritøkan fekk fastatøkur í Danmark longu í 1925, og var hetta í sambandi við, at Goodyear lat dekk til amerikonsku Ford og GM verksmiðjurnar, sum fram til sekstiárini høvdu deildir í Danmark, har bilar vórðu settir saman.
Goodyear dekkini komu tíðliga til Føroya, og var tað Vilhelm Nielsen, sum umboðaði tey saman við GM-bilunum. Í dag er Super Dekk umboð fyri Goodyear í Føroyum.