Google Streetview til Føroya

Ein umboðsmaður fyri Google hevur vent sær til Dátueftirlitið í samband við, at ætlanir vóru hjá Google at koma til Føroyar at taka myndir til Google Streetview.

Ein umboðsmaður fyri Google hevur vent sær til Dátueftirlitið í samband við, at ætlanir vóru hjá Google at koma til Føroyar at taka myndir til Google Streetview. 

Vitjandi hjá Google fáa í næstum møguleikan at ferðast til Føroya á netinum, tá ið Google Streetview kemur til Føroya at avmyndað landið. 

 

Dátueftirlitið skrivar í ársfrágreiðingini fyri 2013, at Google hevur vent sær til stovnin fyri at fáa til vega upplýsingar um hvørji atlit skulu takast, tá ið Google skal til Føroya at avmynda landið. 

Myndatøkan fer fram soleiðis, at Google við bilum ferðast kring landið, og tekur myndir á almennum øki. Hesar myndir verða lagdar út á alnetið.