»Gorch Fock« vitjar Havnina

Frá hósdegnum komandi, 16. mai, til sunnudagin 19. mai vitjar týska seglskipið, »Gorch Fock«, hjá týsku sjóverjuni í Havn. Skipið kemur við yvir 200 monnum og kvinnum umborð úr heimstaðarhavnini, Kiel. Hetta er 129. uttanlandsferðin hjá skipinum ? og er ferðin 7877 sjómíl til longdar. Á ferðini vitjar skipið Bergen, Reykjavík, Havnina og Aberdeen

»Gorch Fock« er trímastrað bark. Skrokkurin og mastrarnar eru úr stáli. Hon er bygd í Hamburg á skipasmiðjuni »Blohm & Voss«, og varð tikin í nýtslu í 1958. Hon hevur við sínum yvir 120 uttanlandsferðin siglt yvir 600.000 sjómíl og vitjað 375 havnir í 55 londum í 5 heimspørtum.

Umborð hava verið fleiri høgtmettir gestur ú røllum heiminum. Seinna hálvárið 2002 fer »Gorch Fock« til Portugal og Spania eins og til norðurafrikansku strondina.

Í sponsku havnini, Almeria, koma týski forsetin, Johannes Rau og spanski kongurin, Juan Carlos II, umborð. Í Havn kemur týski sendiharrin í Keypmannahavn, Johannes Dohmes umborð at taka ímóti gestunum saman við kommandantinum, Michael Brün, fregattskipara.

Tað er danska verjan saman við týska honorarkonslinum, Ásu á Dul Jacobsen, sum í felag fyrireika ferðina hjá »Gorch Fock«. Herflotafólkini fáa ríkiliga tíð at fara í land. Týski sendiharrin vil nýta høvi at hitta umboð fyri Føroya Landsstýri og umsitingina, eins og vinnulív, kirkjuna, mentan og skúla.

Meðan skipið var til eftirlit 2000/2001 varð tann higartil størsta nútímansgerðin av skipinum framd. Nýggjur klimaútbúnaður nýggir elektromotorar, nýggj spillivatns- og ferskvatnsskipan eins og nýggjastu navigatiónstól økja livitíðina hjá »Gorch Fock« við 25 árum. Skipið er umbygt eftir strangastu trygdarkrøvum og fekk fyri fyrstu ferð eitt Germanischer Lloyd trygdarbræv.
Manningin telur yvir 200 yvirmenn, bátsmenn og matrósar. Á hesari ferðini fáa 63 næmingar útbúgving. Av teimum eru fimm kvinnur.
Skipið er uppkallað evtir rithøvundanum Johann Kinau, sum varð føddur í 1880. Hann var kendur undir dulnevninum »Gorch Fock«. Kinau var sonur fiskimann, føddur í Hamburg, Finkenwerder. Hann fall í Skageraksslagnum í 1916 umborð á krússaranum, »Wiesbaden«. Í kærleika til sjógv og fjrøu skrivaði hann fleiri stuttsøgur, tann í dag kendasta hevur heitið: »Seefahrt ist not« (Sjóvinna er neyðug)
Leygardagin 18. mai kl 14-17 verður opið fyri almenninginum at vitja umborð, og kl 18 verður fótbóltsdystur millum »Gorch Fock« og B36 í Gundadali.

Fakta um »Gorch Fock«:
Stødd:
Longd: 89,4 m
Breidd: 12 m
Djúpd: 5,2 m
Deplacement: 1870 t
Hædd á stórmastur: 45,5 m
Størsta rálongd: 24 m
Seglvídd: 2037 fermetrar

Ferð:
Við motori: 14 míl
Við seglum: 16 míl max

Manning:
Yvirmenn: 53
Matrósar: 24
Næmingar: 139 max