Í Íslandi er støðan hættislig, tí gosfjallið Bárðarbunga vísir so mikið nógv tekin um, at tað fer at goysa, at myndugleikarnir hava sent út eina ávaring út.
Um Bárðarbunga fer at goysa, vil flogferðslan helst vera ávirka, skrivar bretska BBC.
Í 2010 vóru øskuskíggini frá gosfjallinum Eyjafjallajøkull orsøkin til, at yvir 100.000 flogferðir vóru avlýstar.
Mikudagin varð økið kring Bárðarbunga evakuerað, eftir at áleið 300 minni jarðskjálvtar vóru skrásettir.
Áður hava serfrøðingar í Íslandi víst á, at eitt útbrot frá Bárðarbunga ikki fer at fáa somu avleiðingar, sum tá ið Eyjafjallajøkull gjørdi um seg.