Gotlendingur tosar íslendskt og føroyskt

OYGGJALEIKIR: 27 ára gamli gotlendingurin, Rasmus Lund hevur lært seg bæði íslendskt og føroyskt

Hósmorgun hevði Rás2 vitjan av einum forkunnugum gesti í studionum á gistingarhúsinum í Visby. Talan er um 27 ára gamla Rasmus Lund, sum hevur lisið á lærdum háskúla í Uppsala á svenska meginlandinum. Har las Rasmus Lond norðurlendsk mál. Rasmus Lund hoyrir til ein minniluta í Gotlandi, sum vil, at gamla gotlendska málið – Gutamålet – skal varðveitast. Hansara stóra innlit í tað forna gotlendska málið gjørdi, at hansara áhugi var vaktur fyri tí íslendska málinum, og síðani eisini tí føroyska málinum.

Rasmus Lund hevur bert verið í Føroyum á einum sinni, og var tað á einum summarskeiði hjá Fróðskaparsetrinum, sum vardi hálvafjórða viku. Annars hevur Rasmus Lund lært seg føroyskt sjálvur. Hetta hevur hann gjørt við at lurta eftir føroyskum útvarpssendingum, og við at hyggja og lurta eftir føroyskum sjónvarpssendingum í Kringvarpi Føroya. Rasmus Lund hevur eisini ognað sær føroyskar bøkur, og staðfestast má, at hann tosar ræðið føroyskt.

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Rasmus Lund í Visby í Gotlandi hósmorgunin. 

Rasmus Lund er sum flestu gotlendingar sera fegin um at kunna hýsa oyggjaleikunum í Gotlandi. Um hann ikki hevði verið so skaddur, so heldur hann, at hann hevði havt møguleikan at tikið lut á oyggjaleikunum í frælsum ítrótti. Rasmus Lund rann teinarnar, 10.000 metrar og 5.000 metrar áðrenn skaðarnir settu ein steðg fyri tí