Síðstu vikurnar hevur trúboðarin hjá Føroysku Sjómansmissiónini, Torleif Johannesen, borið gott 1200 jólapakkar út til sjófólk. - Pakkarnir koma frá sjómanskvinnuringunum og øðrum. Saman við pakkunum er ein dvdfløga við kristnum sangum, sum Sjómansmissiónin hevur latið gera.
Bíbliulesiætlaninna, sum Bíbliufelagið hevur gjørt, verður eisini borðin umborð á skipini saman við pakkunum. Hendan lesiætlanin er ein gáva frá Føroysku Sjómanskirkjuni.
Nú allir pakkarnir eru farnir umborð á skipini, sær yvirlitið soleiðis út at 1202 pakkar eru latnir umborð á 103 skip. Av teimum er talan um tvey útlendsk skip við fleiri føroyingum umborð.
Skipabólkarnir eru hesir: 68 fiskiskip, 20 skip í frálandavinnu, 13 handilsskip og tvey vaktarskip, sigur Føroyska Sjómansmissiónin, sum eisini nýtir høvið at ynskja sjófólki, reiðaríum, sjómanskvinnuringum, og øllum føroyingum annars, eini góð og gleðilig jól.
|