Gott arbeiði uppvigar avskrivingar

Tað kann tykjast at vera ein ávís andsøgn í, at Vága Floghavn hækkar avgjaldið hjá teimum ferðandi, samstundis sum politiski viljin ynskir at draga fleiri ferðafólk til Føroya

Vága Floghavn hevur boðað frá, at ferðafólkaavgjaldið hækkar í trimum stigum, 35 krónur í ár, við 10 krónum í 2010 og við 10 krónum í 2011.
Hetta kann tykjast undarligt, tá landsstýrið samstundis tykist leggja stóran dent á at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland, júst við tí fyri eyga, at lokka fleiri ferðafólk til landið.
Út frá hesum kann tað virka undarligt, at avgjaldið verður hækkað heldur enn lækkað.
- Vága Floghavn hevur ikki so nógvar møguleikar at økja um inntøkurnar. Talan er um eitt partafelag, og tað skal handla ábyrgdarfult, og tað ber jú ikki til at hava undirskot á roknskapinum ár undan ári, sigur Johan Dahl, ið sum politiskur myndugleiki varðar av Vága Floghavn.
Hann sigur, at útbyggingin av flogvøllinum fer at økja um møguleikarnar hjá Vága Floghavn, og at betraðar umstøður alt annað líka eiga at skapa betri fortreytir fyri kapping.
- Vit vilja jú fegin verða limir í europeiska flogfelagsskapinum, ECAA, fyri at útvega Atlantsflog øktar kappingarmøguleikar, og ein longri flogvøllur gevur møguleika hjá størri flogførum at nýta Vága Floghavn, og um ikki nakað katastrofalt hendir, eigur hetta at økja um møguleikarnar, sigur Johan Dahl.

Lækka ferðaavgjaldið
Landsstýrismaðurin heldur, at tað ikki er rætti vegurin, at hækka avgjøld fyri at koma til Føroya. Men spurningurin er ikki so einfaldur heldur.
- Fyri at betra um fortreytirnar eru útbyggingar gjørdar á terminalinum, og tað eigur at skapa størri inntøkur. Men Vága Floghavn skal eisini lúka altjóða krøv, og tað kostar eisini pening, sigur Johan Dahl.
Hann vísir eisini á, at tað er ikki hann, sum ásetur avgjaldið, hann skal bara sum politiskur myndugleiki góðkenna – ella vraka – ásetingarnar.
- Vit hava ein møguleika at regulera kostnaðin, tí landið krevur eisini eitt avgjald fyri at ferðast til og úr Føroyum. Tí mugu vit nú fara at hyggja nærri eftir hesum ferðaavgjaldinum, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann ongantíð hevur verið av teirri fatan, at ferðaavgjaldið til landið skuldi vera nakað varandi avgjald.
- Ein lækkan av ferðaavgjaldinum til landið fer sjálvandi eisini at ávirka prísin hjá Smyril Line, og hevði verið eitt positivt stig mótvegis ferðavinnuni, sigur Johan Dahl.
Enn er málið kortini ikki umrøtt í samgonguni, men sambært Johan Dahl er hetta nakað, hann fer at taka upp.

Ivast um partafelag
Johan Dahl sigur, at hann var sjálvur við til at skipa leiðsluna av Vága Floghavn í eitt partafelag, og hóast hann var nakað ivasamur, serliga tí eitt partafelag skal avskriva ognirnar og harvið hava eina størri inntøku enn um talan var um almenna ogn, so heldur hann, at tað var rætta stigið at taka.
- Nevndin í Vága Floghavn hevur gjørt eitt munagott arbeiði, og tað vísir bara, at vit tóku røttu avgerðina, tá Vága Floghavn í juli í fjør varð gjørd um til eitt partafelag, sigur Johan Dahl.
Men um floghavnin skal verða verandi skipað sum eitt partafelag ivast hann eitt sindur í.
- Vága Floghavn virkar væl undir partafelagsformi, men um hetta er rætta loysnin upp á sikt, er ikki vist, sigur Johan Dahl uttan at koma nærri inn á, hvussu langt tíðarskeið upp á sikt merkir.
Men fyribils er landsstýrismaðurin nøgdur við nevndina og tað arbeiði, hon ger.