- Gott at síggja øll aftur

Maria Christiansen úr Havn og Elsa Sandberg Nielsen úr Miðvági eru á G! fyri sjeyndu ferð.

 

- Síðan 2006 havi eg verið hvørt ár, sigur Maria.

 

- G! hoyrir líka sum til summarið, so tað fari eg altíð til, sigur Elsa.

 

Sambært gentunum so er tað ikki júst tónleikurin, sum dregur tær á G! festival ár eftir ár.

 

- Satt at siga dámar mær ongantíð serliga væl G! skránna. Men tað er meira fyri tað sosiala, at eg tími at koma higar, sigur Elsa, sum tó heldur, at tey føroysku nøvnini plaga at vera góð.

 

Vinkonurnar búgva báðar í Keypmannahavn, har tær eru undir hægri lesnaði.

 

- Sum útiseti er tað ordiliga stuttligt at koma á G! og síggja øll fólkini aftur, sigur Maria avgjørd.