Gott at vísa samfelagssinni

Oddagrein:

- Nei, tingfólk vilja ikki niður í løn!
Tað var greiði boðskapurin frá okk­ara fólka­valdu á tingi, tá Sos­i­al­ur­in nú um dagarnar spurdi ting­fólk, um tey vildu ganga á odda sum góð­ar fyr­i­myndir og lækka sín­ar egnu lønir, nú tey stramma so nógv í al­menna húsahaldinum, at tað merk­­ist í hvønn krók í landinum.
Uppsagnir eru gerandiskostur, og við ein­um halli á fíggjarlógini, sum tátt­ar í milliardina ár undan ári, so verða tað fólk í øllum sam­fel­ag­n­um, sum fara at merkja sviðan. Fleiri arbeiðspláss hava lækkað løn­ir heldur enn at siga fólki upp, og í Dan­mark og í Onglandi hava pol­it­ik­ar­ar­nir valt at ganga sum fyr­i­mynd­ir og hava lækkað sínar egnu lønir.
Men tað vilja okkara tingfólk ikki. Fleiri teirra skíra upp­skot­ið, sum Kári P. Højgaard bar fram í Sos­i­al­i­num her­fyri, at vera pop­u­list­iskt. Tað er tað eisini. Tað er populistiskt at sleingja slíkt út, um tað ikki er meint í álvara. Men sjálvt um tað er pop­u­list­iskt, so er tað eitt mál, sum øll ting­fólk kunnu fyrihalda seg til - og ikki minst eitt mál, sum kundi skapt tign í fólksins eygum. Hugsið tykk­um, at okkara fólkavaldu - sum sjálvi áseta sær sínar lønir, nú gingu und­an, lækkaðu sínar egnu lønir!
Sjálvandi skal tað ikki vera sum ein um­bering fyri at kunna koyra øll onn­ur niður í løn. Men tað er so ver­u­leikin, at av­leið­ing­ar av gerð­um hjá Føroya Løgtingi føra til, at fólk í tús­unda­tali mugu repa bú­skap­ar­ligu seglini í hesum døgum.
Vit halda sjálvandi eisini, at okk­ara politikarar skulu lønast væl. Løn­­in skal eggja fólki til at fara upp í pol­i­tikk. Men tingfólk áttu at kalla ein spaka fyri ein spaka, og held­ur enn at fáa sær stór skattafrí í­skoyti fyri ferðaendurgjald - ella »kostn­að­ar­end­ur­gjald«, sum tað vist eitur á ting­máli, so áttu hesi viðurskifti ikki at verið øðrvísi fyri tingfólk enn fyri fólk annars, tí tað kostar tað sama at flyta ein tingmann úr Suð­ur­oy til Havnar, sum tað kostar at flyta ein handverkara. Um Føroya Løg­ting held­ur, at ein tingmaður úr Suð­ur­oy eigur at fáa meira í løn, enn ein tingmaður í Havn, sum kann røkja sítt borgarliga starv lættari, so er at geva suð­ur­oy­ar­ting­manni­num meira í løn, enn havn­ar­ting­mann­i­num. Men tað er at arga fólk, tá tað eru skatta­fríu í­skoyt­ini, sum gera løn­ina so stóra. Sum grundregla eiga ting­fólk eiga at lúka somu treyt­ir við skatti, sum onnur fólk. Hetta áttu tingfólk at verið serliga varin við - tá tey sjálvi eru í tí hepnu støðu at gera av bæði hvussu nógva løn tey skulu hava, og hvussu stórur partur av lønini er skattafrí.
Populisma ella ikki. Vit høvdu tikið hattin av fyri okkara kosnu monnum og kvinnum, um vístu seg sum fyrimyndir og sýndu samfelgssinni.